Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningartiltak um demens og tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum

Jóhann Lützen

Týskvøldið 8. apríl 2025 kl. 19:30 verður alment kunningartiltak um demens og tilboð til fólk við demenssjúku í Norðoyggjum. Tiltakið verður  í hølunum hjá Dagtilhaldinum Sóljuni á Stoksoyravegi 39, Klaksvík

 

Skráin: 

Kunnað verður um undirvísing um demenssjúkur, og um demens-útgreinan. Eisini verður upplýst, hvussu vit eiga at tosa við fólk, sum hava demens.

Harumframt verður kunnað um tilboðið á Búðatrøð og dagtilhaldið á Viðareiði. Umboð frá Alzheimerfelagnum luttaka eisini.

Aftaná verður boðið drekka, og fólk kunnu seta starvsfólkunum spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.