Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KVF: Amerikanski miðbankin ávarar um rentuhækking í mars

Norðlýsið

Fráboðanin frá miðbankanum kemur eftir fleiri fráboðanir um sveiggj á partabrævamarknaðunum, skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðu sínari.

Amerikanski miðbankin, Federal Reserve, boðar frá, at hann heldur stýrisrentuni á null, men ávarar samstundis um, at hon skjótt fer at hækka.

– Við góðum tveimum prosentum í inflatión og sterkum arbeiðsmarknaði, vænta vit, at tað skjótt verður gagnligt at hækka stýrisrentuna, sigur amerikanski miðbankin í fráboðanini.

Rentuhækkingin kann koma longu í mars mánaði.

Fráboðanin frá miðbankanum kemur eftir fleiri fráboðanir um sveiggj á partabrævamarknaðunum. 

Íleggjarar hava stúrt fyri sveiggjum og óvissuni um, hvussu leingi politikkurin við lágari rentu heldur fram.

Stóra S&P-vísitalið, sum fevnir um 500 stórar amerikanskar fyritøkur, og gevur góða ábending um støðuna á amerikanska marknaðinum, lækkaði nærum 10 prosent í hesum mánðinum, áðrenn tað mentist nakað aftur í gjár, skrivar NTB.