Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KVF: Samrøðu við Svein André Hofsø

Norðlýsið

Í dag kl. 16.00 fer Svein André Hofsø at hava fyrilestur á Skúlatrøð. Í tí sambandi hevði Góðan Morgun Føroyar samrøðu við sjónleikarin í morgun, saman við Helena F. Jørmundsson, sum er partur av foreldrabólkinum, ið hevur skipað fyri, at føroyingar við Dow Syndromi hava verið til myndatøku.

Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Hann verður hildin um allan heim, og eisini í Føroyum verður nógv gjørt burtur úr. Í Klaksvík er møguligt at hoyra Svein André Hofsø og síggja myndaframsýning á Skúlatrøð.

Umframt tað, er eisini myndaboks, barnaundirhald og annað.

Á leinkjuni niðanfyri, er møguligt at hoyra samrøðuna við Helnu og Svein André.

Góðan morgun Føroyar | Kringvarp Føroya (kvf.fo)