Í dag var seyðasýning fyri brundseyðirnar á Borðoynni.
Seyðasýningin var í seyðahúsinum á Strond. Sýnsmenninir komu úr Eysturoynni.
Úrslitið gjørdist, at Kvígingadalur við Jógvan Joensen samanlagt var besti hagin og eisini átti vakrasta veðrin. Strandarhagi, har Ólavur Nybo røktar, hevði tey bæði vakrastu lombini, sum Sjúrður Klakk og Hemming Syderbø áttu, meðan Skálatoftahagi, har Ólavur Poulsen røktar, hevði triðvakrasta lambið, sum Ólavur Biskopstø átti.
Besti hagi:
1. Kvígindadalur
2. Skálatoftahagi
3. Líðin og Ánagongan
Vakrasti veðrur:
1. Kvígingadalur (Eigari: Jógvan Joensen)
Vakrastu lomb:
1. Strandarhagi (Eigari: Sjúrður Klakk)
2. Strandarhagi (Eigari: Hemming Syderbø)
3. Skálatoftahagi (Eigari: Ólavur Biskopstø)





