segði Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð í røðu sínari tá standmynd varð avdúkað í Víkunum í samband við 100 ára føðingardag hjá Fridtjof Joensen. Vit prenta røðuna.
At heiðra og at minnast
At heiðra og at minnast tað og tey, ið farin eru, er ein góður siður. Tað er ongin sjálvfylga, at ættarlið eftir ættarlið kenna søguna. Skal søgan liva, eru vit noydd at fortelja og lýsa tíðina, samfelagið og menniskjuni, sum undan eru farin.
Í dag avdúka vit eina standmynd av einari kvinnu. Eitt minnismerki, sum fortelur eina søgu. Sum eggjar okkum til at fortelja søguna, tá vit síggja hesa kvinnu. At ein eftirgjørd standmynd eftir Fridtjof Joensen kemur at standa júst á hesum økinum, dámar mær avbera væl. Býlingurin er, eins og nógva aðrastaðni, merktur av tíðarinnar tonn, og fleiri spor eru viskað burtur. Tí er henda standmynd eitt kærkomið prýði fyri grannalagið.
Fridtjof var ættaður úr Mikladali. Bygdin sum í góð 20 ár var mín andaligi frístaður, har kikjan fyri báðar bygdirnar, Trøllanes og Mikladal er staðsett. Børnini høvdu sína dagligu gongd í bygdini, í skúla og til onnur tiltøk, eitt nú í avhaldshúsinum. Børnini høvdu eisini ta fragd at hava bæði Bernhardinu og Heðin til lærarar. Ein tíð, sum øll børnini, kann eg loyva mær at siga, minnast gott og gevandi afturá.
At eitt listaligt avrik hjá mikladalsmanninum, Fridtjof Joensen, kemur at standa her í grannalagnum, sum eg sleit mínar barnaskógvar og traðkaði mína ungdómstíð, fær meg eisini at minnast og sameina fleiri tíðarskeið í lívi mínum. Soleiðis fáa gerðir okkum at leita aftur í minninum, og eru tað helst fleiri av tykkum, sum kunnu minnast og hugleiða um eitt nú orsøkina til, at júst hendan standmyndin kemur at standa her.
Útróður, konan, mamman, børnini, longsulin og tað at kunna vera saman. Í gleði og í sakni. Tað er millum annað nakað, sum sæst ofta aftur í listaverkunum hjá Fridtjofi. Um ikki øll, so tey flestu av okkum, minnast okkara forfedrar. Minnast ljóðið frá útróðrarbátinum, luktin innar úr stovuni og prátið undir vegginum. Og í øllum hesum hoyrist fjøran, neystið, egningarskúrarnir, báturin og sjógvurin. Ja alt tað, sum myndaði tíðina, okkara forfedrar virkaðu undir.
Alt tað, sum helt lívinum uppi og svongdini úti. Nøgdsemið, gleðin og tøkkin var ikki minni enn í dag. Vit hava nógv at læra, og nógv vit áttu at havt í skjáttuni.
Stóra tøkk til stigtakararnar, Edward Fuglø og Sjómannadagin. Takk fyri, at tit valdu hetta staðið. Og takk fyri, at tit eru við til at varðveita søguna.
Kvinna við róðrið er nú staðsett í Víkunum. Tit, ið her búgva, mugu taka væl ímóti henni og kenna ognarskap. Kvinnan, ið eigur lívið í okkum, kennist eisini við okkum.








