Fyrri partur av Kvinnudegnum, frá kl. 15 til kl. 19 er ókeypis. Seinni partur, frá kl. 19-22, krevur atgongumerki tí har er avmarkað pláss í salinum
Kl.15.00:
Dypping við havsvimjarunum á Borðoyavík. Allar eru hjartaliga vælkomnar. Vit møtast á keiini.
Kl.15.30:
FORSALURIN: Lekkur matur kann keypast frá Chessa Takeaway, og kaféin er opin.
POSTHÚSIÐ: Sølubásar við Rokoko, Beautee, ByMarta, Tógvtorgið og Kósabúðin.
:Listaframsýning við Bodil Joensen, Bjørg Mohr, Monicu Ósá Henriksen og Onnu Mohr.
:Plakatframsýning hjá Norðoya Kvinnufelag
KL.16: SALURIN: GG! Yoga við Ragnhild Ellingsgaard er avlýst, vegna forfall.
KL.16: SALURIN: Anniku Kunoy Im, sum er annar eigarin av blaðnum KVINNA, hevur smáframløgu í salinum.
17.00: BÝARSALURIN: Sminku-smálestur við Heidi Nolsøe Samuelsen
KL.18.00: FORSALURIN: Chessa Takeaway selir lekkran mat, og kaféin er opin, við kaffi, køkum, cocktails og mocktails.
KL.19.00: Tiltakið í salinum (krevur atgongumerki, vegna avmarkað pláss)
Operetturnar syngja Mozart á føroyskum
Annika Kunoy Im er verturin, ið leiðir okkum gjøgnum kvøldið.
Virkandi borgarstjórin Annika Steintórsdóttir Biskopstø, bjóðar vælkomin
Fyrilestur hjá Sigrun Heldarskarð: ”KVINNA(N) – Sjálvsmyndin”
Operasangarin Birita Adela framførir
Smálestur við Sonju Ravnsfjall Kjølbro: ”Fyritøka í lítlum spískamari – At eiga og reka fyritøku heimanífrá.”
——-
Steðgur 30 min. Kaféin í forsalinum er opin, har kaffi, køkur, cocktails og mocktails fáast til keyps.
——–
Annika Kunoy Im lesir ein tekst
Smálestur við Sóley Hammer: «Kvinnur og íverksetan»
Mótasýning á pallinum. Kósabúðin, Vera Klipt, Euphoria, MIA, Tógvtorgið, Rokoko,
«Sofaprát» við Alexandru á Dul, Tóru við Keldu og Jóhonnu Christiansen. Annika Kunoy Im er vertur.
Herborg Torkilsdóttir framførir
Kl.22: Kaféin/barrin er opin niðri í forsalinum: Kaffi, cocktails, mocktails, mingling, livandi tónleikur og felags hugni, so leingi vit hava hug!



