Í samstarvi við Demokratia skipar Varpið fyri stórum kvinnukvøldi, leygarkvøldið 7.mars kl.21.
Yvirskipaða evnið er ”Kvinnur í politikki».
Tiltakið byrjar 7.mars kl.21, og endar ikki fyrr enn út á náttina, 8.mars.
Røður, framløgur, tónleikaframførslur, sofa-prát, kjak.
Haraldsen diskar niðri í forsalinum frá kl.23, og tá er ókeypis atgongd.
GG: Menn er sjálvandi eisini vælkomnir!




