Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvinnurnar spæla VFF Cup finalu í kvøld

ki.fo

KÍ skal í kvøld kl. 19.45 spæla í Gøtu móti Víkingi í finaluni í VFF Cup.

 

Skjótt byrjar kappingarárið av álvara, men fyrst skal VFF Cup finala spælast.

KÍ skal í kvøld kl. 19.45 spæla í Gøtu móti Víkingi í finaluni í VFF Cup.

Fyri kortum spældu júst somu lið venjingardyst í Klaksvík, og tá gjørdist úrslitið 3-0 til KÍ.

VFF Cup er skipað sum ein kapping, men endamálið er at geva liðum møguleika at spæla venjingardystir áðrenn kappingin av álvara fer í gongd.