Nýtt og forkunnugt tiltak á Klaksvíkar Bókasavni: Við nýggja tiltakinum “Kvinnurøddir” ynskja Gunnhild Dahl Niclasen og Durita Samuelsen at skapa eitt torg, har kvinnur geva sína rødd til kennar. Fyrsta tiltakið verður hildið á Kvinnudegnum tann 8. mars og er ætlanin at skipa tiltakið sum eitt opið og uttanveltað rúm, sum skal virka fyri ymiskleika í dagsins samfelagi.
Tann 8. mars verður skipað fyri forkunnugum tiltaki á Klaksvíkar Bókasavni, har kvinnusøgur verða settar á breddan. Tað eru Gunnhild Dahl Niclasen og Durita Samuelsen, sum, saman við bókasavninum, skipa fyri. Tiltakið er sprottið úr tonkum, sum tær báðar í hvør sínum lagi leingi hava gingið við. Tær halda báðar, at søgur um og av kvinnum hava fingið alt ov lítla rúmd á føroyska pallinum og er endamálið við tiltakinum „Kvinnurøddir“ at vera við til at venda hesi gongdini.
– Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, har vit skapa eitt forum, har kvinnur kunnu geva rødd sína til kennar, greiðir Gunnhild frá, tá eg hitti hana og Duritu til eitt prát um nýggja tiltakið. Løtan verður hildin á bókasavninum og tað er ikki uttan tilvild, at tær hava valt júst hetta staðið.
– Tað besta staðið at siga frá søgum er væl á bókasavninum. Her eru vit á neutralari grund og her er longu fult av søgum frammanundan. Eitt annað er, at fremsta uppgávan hjá einum bókasavni helst er at víðka um sjónarringin hjá fólki; tað er jú tað sama, sum vit ynskja við hesum tiltakinum, sigur Durita og leggur afturat, at aftan fyri valið liggur eisini eitt ynski um at skapa eitt forum, sum ikki kann knýtast at nøkrum politiskum flokkum, nøkrum ávísum felagsskapi ella líknandi. Eitt opið forum, sum skal fremja ymiskleika á neutralari grund.
Sakna fleiri kvinnusøgur
Tankarnir aftanfyri tiltakið eru nakrir, sum bæði Gunnhild og Durita hava gingið við í langa tíð. Tær hava báðar saknað at hoyra fleiri kvinnurøddir í almenna rúminum, ikki minst her í Føroyum. Og leitar tú í bókmentum, bæði føroyskum og útlendskum, so eru søgurnar, sum verða sagdar út frá einum kvinnuligum sjónarhorni, í fátali. Og tað er keðiligt, halda tær báðar, tí tað ávirkar ikki bara okkum, sum liva í dag, men eisini tey ættarliðini, sum skulu koma aftaná okkum. Tí hava vit skyldu til at virka fyri eini broyting hesum viðvíkjandi, halda tær báðar.
– Gaman í hava vit í dag nakrar sterkar kvinnurøddir í almenna rúminum. Og vit bæði síggja og hoyra eisini alsamt fleiri kvinnurøddir, ikki minst innan føroyska bókmentaheimin, har vit hava nakrar serstakliga sterkar og sigandi røddir. Tað er at fegnast um. Men tær eru hóast alt ov fáar. Vit síggja enn í dag so góð nógv forum, har evni einamest verða lýst út frá sjónarhorninum hjá monnum. Ikki minst her í Norðoyggjum. Hygg bara eftir Sjómannadegnum og Torradøgunum, til dømis. Hetta eru nøkur heilt fantastisk tiltøk við nógvum góðum fyrilestrum, sum eru áhugaverdir hjá teim flestu av okkum at hoyra. Men aftur her eru tað mest sum bara menn, sum sleppa til orðanna. Vit kvinnur fara gleðiliga at lurta eftir einum fyrilestri um Flemish Cap – men okkara søgur eiga eisini at verða fortaldar, heldur Gunnhild.
– Eg eri púra samd, sigur Durita og leggur afturat, at tað er umráðandi, at vit kvinnur venja okkum við at hoyra søguna um aðrar kvinnur og at vit læra okkum at hoyra og virða ta røddina, sum sigur frá.
– Tiltakið hjá okkum skal tí skiljast sum eitt forum, ið stendur á herðunum hjá teimum, sum longu hava givið sína rødd til kennar. Vit ynskja at fagna teimum og samstundis birta undir, at enn fleiri kvinnur traðka fram, sigur Gunnhild.
Ikki bara røddin
Á sjálvum tiltakinum verður kvinnurøddin í fokus. Tað verður eingin endalig skrá gjørd fyri løtuna, men hinvegin lagt upp, at áhoyrararnir sjálvi kunnu seta sín dám á tað, sum verður borið fram.
– Til hetta fyrsta tiltakið hava vit sjálvandi gjørt onkrar avtalur við fólk. Men tað er mest fyri at vísa fólki á leistin, sum tiltøkini verða skipaði eftir. Vit fara eisini sjálvar at siga okkurt, men øll eru vælkomin við teirra íkasti. Einasta treytin er, at tankin aftanfyri sprettir frá onkrum, sum kann setast í samband við kvinnurøddir sum heild, greiða tær báðar frá. Men við tí er ikki sagt, at tað einans skal bera til at brúka sjálva røddina sum amboð til at siga eina søgu.
– At geva tína rødd til kennar kann gerast á so ótrúliga nógvar mátar. Sjálvandi ber til at brúka tína egnu rødd og tína egnu søgu, men tú kanst eisini geva røddini lív við at brúka kroppin. Ella at fortelja okkurt umvegis list og tónleik, til dømis. Tú kanst eisini siga søguna hjá onkrum øðrum við at lesa brot úr teksti, sum onkur annar hevur skrivað, greiðir Gunnhild frá og leggur dent á, at sjálvur formurin fyri frásagnina stendur púra opin.
Ikki einans um hetjurnar
Ofta hava vit menniskju lyndi til at halda, at tað eru einans tær stóru søgurnar, sum eru áhugaverdar at geva ans. Men fyri Duritu og Gunnhild hevur tað stóran týdning, at „Kvinnurøddir“ ikki bara kemur at snúgva seg um tær hetjurnar, sum vit kanska longu kenna ella hava hoyrt um. Endamálið við tiltakinum er eins nógv at hoyra gerandissøgur ella hugleiðingar av onkrum slag. Fyri tær báðar nýtist ein frásøgn ikki at siga frá nøkrum stórum fyri at verða áhugaverd. Ofta er tað lítla eins áhugavert, halda tær.
– Í veruleikanum gleði eg meg ordiliga nógv til at hoyra onkrar søgur frá gerandisdegnum hjá onkrum, sum eg ikki kenni og at hoyra brot úr tekstum, sum eg enn ikki havi lisið sjálv. Ella at hoyra onkran annan hugleiða um okkurt evnið, sum allarhelst eisini er viðkomandi fyri meg. Tað er væl tað, sum víðkar um sjónarringin og ger okkum klókari upp á lívið, heldur Gunnhild.
Eisini fyri menn
Í prátinum leggja tær báðar eisini stóran dent á, at hóast heitið á tiltakinum er „Kvinnurøddir“, so verður tiltakið á ongan hátt avmarkað til einans at umfata kvinnur.
– Hóast vit hava gjørt okkum nógvar hugleiðingar um júst heitið, so hava vit valt at kalla hetta „Kvinnurøddir“. Tað er ikki upp til okkum at definera, hvør er tann rætta kvinnan til júst hetta tiltakið, tí tann definitónin er ótrúliga opin. Tað kann verða hvør sum helst, sum ber okkurt fram. Vinkulin er bara, at aftanfyri søguna skal vera ein kvinnurødd av onkrum slag, greiðir Durita frá og Gunnhild leggur afturat, at tað tískil eins væl kann vera ein maður, sum sigur sina søgu um onkra kvinnu ella lesir ein tekst, sum er skrivaður av eini kvinnu. Umráðandi er eisini hjá teimum báðum at gera vart við, at sjálv skilmarkingin millum kynini bæði ikki skal áleggjast nakran ávísan týdning í hesum samanhanginum.
– Vit brúka ofta heitini „maður“ og „kvinna“, men tað er eins umráðandi at geva rúm fyri øllum teimum, sum kanska hvørki definera seg sum maður ella kvinna. Ella sum bæði. Sum áður nevnt, so eru øll vælkomin, sigur Durita.
Pláss fyri at undrast
Eisini er umráðandi hjá teimum báðum at leggja dent á, at tær á ongan hátt ynskja at trýsta fólk til at siga frá teirra egnu søgum. Um tú bert hevur hug til at sita og lurta, so fært tú eisini frið til hetta.
– Eingin skal kenna seg noyddan til nakað sum helst. Og tiltakið skal heldur ikki misskiljast sum eitt slag av samtalubólki, har vit allar sita og tosa um okkara innastu kenslur og kína hvør aðrari eftir bakinum. Hetta er meira enn tað. Hetta er eitt forum, har vit fáa kvinnurøddina á breddan. Bæði kvinnuna í gomlum døgum, kvinnuna í dag og kvinnuna í framtíðini, greiðir Durita frá og leggur Gunnhild afturat, at „Kvinnurøddir“ fyrst og fremst skal verða eitt opið forum, har pláss er fyri at undrast, at forvitnast og fyri at víðka sjónarhorni hjá okkum sjálvum.





