Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnustevnan verður 25. apríl

Jóhann Lützen

Leygardagin 25. apríl, sum samstundis er flaggdagur, verður árliga landsstevnan, hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Hetta er ein stevna, sum kvinnurnar gleða seg til. Tá hitta tær kvinnur um landið, sum tær annars sjálvdan síggja. Tær savnast í og um Jesu navnið, og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Dagurin byrjar við morgunmati kl.09. Bíbliutími verður klokkan 10. Klokkan 11.30 verður  áhugatími um “gráa gullið” og kl.13.verður miðmáli. Klokkan 15. verður medarbeiðarafundur. Tá verður frágreiðing frá arbeiðinum og frítt orðaskifti um arbeiðið. Leiðslutoymið syngur.

Døgurði verður kl.18. og kl.19.verður andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild.

Tá verða vinnaranumrini kunngjørd og enda.

Evsta mark fyri tilmelding er sunnudagin 19.apríl.

Allar kvinnur eru vælkomnar