Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvøldseta við huldusøgum í Miðstovuni

Dávur Winther

Í kvøld fer Jóan Pauli Joensen, professari í fólkalívsfrøði at hugleiða um huldusøgur og onnur fyribrigdi í Miðstovuni á Norðoya Forminnasavni

Jóan Pauli Joensen fer at gloppa dyrnar inn til eitt panthehon av verum og skapningum, sum fyrr vóru hildin at halda til í hinum heiminum.

Eitt nú stóðu huldufólk menniskjum rættiliga nær. Tey høvdu neyt og seyð og onnur dýr. Tey høvdu huldubátar og róðu út, og høvdu eisini síni egnu huldumið. 

Ein gásadalsmaður  fór, sum kunnugt, einaferð skeivur av einum huldubáti og einum bíggjarbáti, sum skuldi koma eftir honum og kom at verða á útróðri ein heilan dag við huldumonnum. Hann var illa sperdur av teimum. 

Tað hendi seg meira enn so, at hulduneyt og hulduseyður komu upp seyð og neyt hjá fólki. Eitt, sum eisini kom fyri var, at børn hvurvu í langa tíð og vóru so funnin aftur. Hesi børn komu at verða løgin – tey vóru tí nevnd býtisbørn. 

Eisini kundi tað renna saman millum huldufólk og menniskju. Ikki bert millum seyðamannin av Sondum í Sandavági, sum stjól stakkin frá huldukonuni, men huldugenta ella álvagenta kundi eisini fáa hug á drongi, bjóða honum óminnisdrykk, og mintist hann ikki til at blása froðuna oman av, so var hann fokin.

Søga er eisini um bónda, sum umframt konuna leingi hevði eina dárandi huldufljóð í hjúnarsongini millum seg og konuna.

Kvøldsetan er ókeypis, men plássið er avmarkað.

Ein drekkamuður verður at fáa, og tit eru vælkomin at taka stokkarnar við.

Spennandi verður í Miðstovuni á Norðoya Fornminnasavni

Hóskvøldið 23. februar kl. 19.00 – Um tú torir!

 

Harleyfacadeacryl