Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvøldskúlin bjóðar fleiri nýggj skeið

Klaksvíkar Kvøldskúli

Umframt tey mongu væl dámdu skeiðini, sum eru afturvendandi, so bjóðar Kvøldskúlin heili 11 nýggj skeið í vetur. Sveising og motorlæra eru nýggj skeið, sum eru komin í lag í samstarvi við Maskindeildina á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Tveir kendir akademikarar

Tað hevur eydnast at fáa tveir navnframar akademikarar, sum eru knýttir at Setrinum at koma norður at undirvísa. Hans Andrias Sølvará hevur skrivað tvey bind um Klaksvíkar søgu, og nú fáa klaksvíksingar høvi at fáa undirvísing innan evnið. Heini í Skorini var nógv sum ungur í Klaksvík, og nú kemur hann norður at hava eitt forkunnugt skeið um religión og politik.

 

Fjøllini draga

Ferðafólk streyma til landið fyri at uppliva føroysku náttúruna, og Pól Sundskarð er við sínari tænastu hiking.fo ein av royndastu fjallagongufólkunum. Hann kemur at læra um fjøllini og skeiðið umfatar eisini tveir hóskandi lættar túrar. Meir kunning um øll skeiðini er á www.kks.fo

 

Fyri at kunna melda til, so má gjaldskortið hava 3D trygd. Hendan trygdin fæst við at seta seg í samband við peningastovnin og er virkin longu dagin eftir.

 

Her eru tey nýggju skeiðini:

 

1. Grundskeið í sveising

2. Motorlæra fyri bátafólk

3. Tilflytarar kunnu læra at syngja føroyskar sangir

4. Danskt fyri tilflytarar

5. Body Balance (Pilates & Slim venjingar)

6. Teknmál fyri deyv

7. Lær meira um fjøllini

8. Klaksvíkar søga

9. Religión og politikkur: Altjóða og heimlig rák

10. Betri myndir við fartelefon +  App

11. Bridge