Serfrøðingar innan KT trygd siga, at brúkarin er ofta veikasta liðið, tá ið tað kemur til KT trygd. Tí er neyðugt at upplýsa fólk um tryggari KT nýtslu. Í tí sambandi skipar kvøldskúlin fyri einum stuttum skeiðið um KT trygd, sum Torben Nielsen, KT trygdarserfrøðingur, kemur at undirvísa í.
Orðatakið sigur at “vandi er í hvørjari vælferð” og soleiðis er tað eisini, tá tað kemur til nýtslu av teldu á netinum. Við útgangsstøði í teimum sosialu miðlunum, lýsa vit teir vandar og fellur, ið fólk vera útsett fyri. Við nógvum dømum verður økið lýst og at enda verða ráð givin um, hvussu ein verjir seg best móti hóttanum, ið eru, og teimum, sum koma í framtíðini.
Frálæran er ætlað luttakarum, ið nýta netið til vanligt “húsbrúks” so sum at leita sær tíðindi, vera á Facebook og nýta teldupost.
3 kvøld á 2,5 tímar
Týsdag kl. 18:30 – 21:00
Dagar: 31/10, 7/11, 14/11
kostn. 300 kr.
Tilmelding á kks.fo




