Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lækka barnaansingargjaldið í Eiðis kommunu

Tíðindaskriv

Eiðis kommuna samtykti í kvøld at lækka barnaansingargjaldið.

Kommunan sum frammanundan hevur lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum og høgan barnafrádrátt, velur nú at lækka barnagarðsgjaldið.

Borgarstjórin sigur í stuttari viðmerking at:

“Vit hava ikki verið nóg kappingarfør tá talan hevur verið um barnaansingargjaldið, nú hava vit lagt okkum á eitt støði sum er lægri enn grannakommunurnar”

Barnagarðsgjaldið verður framyvir:

Dagstovn: Børn undir 3 ár 1.945 kr. um mánaðin
Dagstovn: Børn yvir 3 ár – farið verður í skúla – 1.550 kr. um mánaðin
Frítíðarskúlabørn: 900 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.

Avsláttur verður somuleiðis latin teimum foreldrum, ið hava tvey ella fleiri børn í dagstovni. 

Skipanin er soleiðis, at:
– Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
– Fyri næstyngsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
– Eldri børn ókeypis

Víðari sigur borgarstjórin:

“Vit hava seinastu árini arbeitt við at gera tað fíggjarliga lættari at búseta seg í kommununi, og er broytingin í barnaansingargjaldinum ein liður í hesum arbeiði.”

Fíggjarætlanin hjá Eiðis kommunu bleiv einmælt samtykt á bygdaráðsfundi í kvøld.

Harleywoodpaint