Sjónvarpssendingin, Klaksvikstriden, sum Saxofilm hevur gjørt fyri DRTV varð í gjárkvøldið samsend á SvF og DR2. Sendingin hevur fingið nógv rósandi orð.
Hon verður umtalað á portalunum og sosialu miðlunum sum upplýsandi og væl skipað, eins og hon saman við mongum ”leikarum” letur tey meira tigandi koma til orðana – ”Fimmarnar”, ella rættari sagt børnini hjá teimum.
Onkur, sum hevur hugt longur fram á netinum, hevur longu sett neyvari spurningar um ymisk viðurskifti við teirri niðurstøðu, at sendingin er væl gjørd – er viðkomandi, upplýsandi og áhugaverd.
Tað má sigast at vera eitt bragd við hjálp frá Arnsteini Niclasen sum millummanni, at fáa ein av bumbumonnum at loysa frá posabandinum eftir øll hesi ár. Ja, hetta má kallast ein journalistisk sensatión, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður tekur til í grein á in.fo og nordlysid.fo.
Ríkisumboðsmaðurin rikin av garði
Á myndini omanfyri er Kári Kjelnæs mitt í rokanum, bert 14 ára gamal, tá ríkisumboðsmaðurin og landslæknin við ferðaliði vórðu riknir runt bugtina og norður á Kósabrúnna og umborð á Tjaldrið.
Endarnir blivu loystir og landgongdin tikin niður, so ikki var annað at gera enn at setta í gongd, og Tjaldrið mátti fara avstað aftur. Teir fóru fyrst inn á Fuglafjørð at summa seg. Hildu ein stuttan fund uppi hjá Emmu Winther, kommunulæknanum har, men bleiv avrátt, at ikki loysti seg annað, enn at fara aftur til Havnar.
Kári Kjelnæs í hvítari troyggju og Herman Petersen sunnanfyri. Maðurin í føroyskari húgvu er helst Jákup Purkhús. Eisini eru fleiri eldri menn. Kári metir, at har mundu vera eini 300 fólk, sum róku embætismenninar úr Havnini avstað aftur.
Kommunulæknin í Fuglafirði.
Ein undarlig parallelsøga til Halvorsen er, at mamma mín, Emma Winther, sum arbeiddi sum lækni í Fuglafirði um sama mundið sum Halvorsen í Klaksvík, var heldur ikki limur í “Lægeforeningen”.
Tá ið hon var liðug sum lækni, vildi hon lima seg inn í “Lægeforeningen”, men fekk at vita, at “Lægeforeningen” bert var fyri læknar! Jú, men eg eri lækni! Ájú – hetta er bert fyri menn, var svarið frá “Lægeforeningen”.
Síðani ganga 5 ár, og hon fær so at vita frá teimum, at nú kann hon tekna seg sum lim, ímóti at gjalda fyri tey fimm árini, hon ikki hevði verið limur. Hon bað teir reisa og renna og arbeiddi øll árini uttanfyri felagsskapin.
Har bleiv tó eingin balda ella boykott móti henni. So helst man nasitíðin hjá Halvorsen hava fylt meir hjá Læknafelagnum, enn teir vilja leggja rygg til, tó at statsadvokaturin metti, at einki var at fara eftir ella reisa sak um móti Halvorsen.
Emma hevur helst ikki verið nóg áhugaverd at fara eftir, tó at hon var í júst somu støðu sum Halvorsen – Ikki limur í Den Danske Lægeforeningin.
Savnsfilmur
Klaksvkar Kommunan hevur játtað stuðul til, at Saxofilm skal gera ein savnsfilm – ella eina stytta útgávu av sendirøðini um læknastríðið, sum kann verða brúkt í savns- skúla- ella í øðrum upplýsandi høpi – eisini hjá kommununi.
Tá verða bert høvuðslinjurnar teknaðar upp, so tú skjótt kann fáa fatan av, hvat læknastíðið snúði seg um.
Ein av høvuðsmonnunum handan sendirøðina, Teddy Bruslund frá Saxofilm kemur higar seint í august, har neyvari leistur skal leggjast fyri, hvussu leikur skal fara fram í hesum stytta sniðinum.
Eftir ætlan skal stytta útgávan verða tøk fyri jól.



