Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknavaktin repar seglini

Jóhann Lützen

Longri bíðitíðir kunnu væntast, og fólk skulu verða fyrireikað uppá at verða biðin um at bíða eftir at fáa viðgerð, til teirra kommunulækni aftur hevur viðtalu.

 

Kommunulæknafelagið vísir á, at tey bert hava 18 læknar í føstum starvi, og tað eru einans hesir føstu læknarnir, ið kunnu vera á vakt eftir kl. 16 um dagin. Hini størvini eru antin ómannað ella mannað við vikarum, og vikararnir hava einans viðtalur 8-16.

Læknavaktin eftir kl. 16 gerandisdagar hevur verið skipað soleiðis, at kl. 16-24 er ein lækni á vakt á Landssjúkrahúsinum, og so eru 2 “koyrilæknar” á vakt. Hesir eru við hús, men eru á tilkallivakt, um tað gerst neyðugt. Kl. 24-08 var ein lækni á vakt á Landssjúkrahúsinum, og ein koyrilækni hevði tilkallivakt. Hetta hevur eisini verið galdandi fyri kl. 08-24 leygardagar, sunnudagar og halgidagar.

Nú verður tað soleiðis, at har verður ein lækni á Landssjúkrahúsinum á vakt kl. 16-21, men ongin koyrilækni. Tí er tað læknin, ið er á vakt á Landssjúkrahúsinum, ið má koyra út til sjúklingin, gerst tað neyðugt. Og gerst tað tað, verður sjálvsagt minni tíð til aðrar sjúklingar, meðan tað varar. Eftir kl. 21 er vakthavandi læknin kanska, kanska ikki, á Landssjúkrahúsinum. Tað vil siga, at fólk kunnu verða biðin um at møta aðrastaðni í landinum eftir kl. 21.

Kommunulæknafelagið sigur, at fólk skulu einans ringja til læknavaktina uttan fyri vanliga viðtalutíð, 1) um tey verða brádliga sjúk uttanfyri vanliga viðtalutíð, 2) um tey longu eru sjúk, og so fáa tað verri uttanfyri vanliga viðtalutíð, og 3) um tað, teimum bagir, ikki kann bíða til vanliga viðtalutíð. Metir læknavaktin, at tað kann bíða, fáa fólk boð um at venda sær til sín egna kommunulækna í vanligari viðtalutíð.