Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lærarar undir trýsti 

Sára Gullfoss

Ein fólkaskúlalærari hevur eina samfelagsliga sera týdningarmikla uppgávu og serliga flokslærarin er í einari lyklastøðu, men ofta eru teir ovbyrðaðir og mugu raðfesta aðrar uppgávur enn “bara” at undirvísa.

Lærarar undir trýsti 
 
Ein fólkaskúlalærari hevur eina samfelagsliga sera týdningarmikla uppgávu og serliga flokslærarin er í einari lyklastøðu, men ofta eru teir ovbyrðaðir og mugu raðfesta aðrar uppgávur enn “bara” at undirvísa.  
  
Javnaðarflokkurin ynskir at styrkja um leiklutin hjá flokslærarum, og vit skulu hava tvílæraraskipan í øllum flokkum í grunddeildini. Meginreglan er, at pláss skal verða fyri øllum børnum í vanliga føroyska fólkaskúlanum. Men noyðast vit eisini at skapa teir bestu karmarnar fyri børnini og lærararnar. Flokslærarin, sum í tí dagliga hevur størstu ábyrgdina av næmingunum, má verða settur væl inn í teir trupulleikar, ið næmingar við serligum avbjóðingum kunnu hava.  
 
Hóast serligar avbjóðingar, eru fleiri næmingar, ið megna eitt vanligt fólkaskúlatilboð. Men teir næmingar, ið stríðast og ikki megna vanliga skúlatilboðið skulu loftast skjótt og fáa bjóða tilboð, sum endurspeglar teirra tørv við serflokkum á sama skúla men enn verða knýttir at egnum skúlaflokki.  
 
Tað vil tó altíð verða nøkur børn, ið ikki megna tað tilboðið og tí skulu vit somuleiðis raðfesta og menna sertilboð/serskúlar, soleiðis, at teir næmingarnar fáa eina tilpassaða, virðiliga og mennandi skúlagongd, ið neyðturviliga ikki liggur á sama matrikli, sum tann vanligi fólkaskúlin. 
 
Á øllum fólkaskúlunum er førleikastova, har teir minni skúlarnar tó eru knýttir at størri eindum og sum partur av førleikastovuni eru m.a lesivegleiðari, serlærari og orðblindalærari. Teir næmingar, ið uppá ein ella annan hátt ikki megna vanliga skúlatilboðið ella hava ilt við at nema sær kunnleika verða knýttir at førleikastovuni og ein loysn verður funnin.  
 
Tað eru nógv ár síðani hesar omanfyrinevndu eyka útbúgvingarnar hava verið lærarum í boði at taka. Hetta merkir, at flestu teirra, ið hava hesar útbúgvingar nærkast pensiónaldrinum. Fleiri, ið enn starvast aftra seg at arbeiða sum slík, tí ongin viðbót er og tímarnir verða mettir ov lágt. Tað vil siga, at hesi hava førleikament seg, hava brúkt tíð og orku at taka eina útbúgving, ið veruliga ger mun í fólkaskúlanum, men sum ikki verður virðismett. 
 
So um høvuðsreglan skal verða, at pláss er fyri øllum børnum í tí vanliga føroyska fólkaskúlanum, so hevur tað týdning, at lærarar framhaldandi kunnu taka slíkar útbúgvingar, ið gera lærarar førir fyri at manna eina góða og vælvirkandi førleikastovu og harvið hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum.  
 
So um høvuðsreglan skal verða, at pláss er fyri øllum børnum í tí vanliga føroyska fólkaskúlanum, so hevur tað týdning, at lærarar framhaldandi kunnu taka slíkar útbúgvingar, ið gera lærarar førir fyri at manna eina góða og vælvirkandi førleikastovu. Eisini mugu vit styrkja um leiklutin hjá flokslærarum fyri harvið at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum enn betur.
 
 
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin