Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lágættir alt vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Fyri tað mesta sunnan, men eisini útsynningur onkra løtu.
Stórar partar av vikuskiftinum er turt – tó regn í kvøld og eina løtu sunnunátt og -morgun.

Meira ítøkiligt – byrjandi við degnum í dag – so eru 10 til 15 m/s úr landsynningi-suðuri um miðjan dag í dag. Hetta er luft úr Norðsjónum.

Seinnapartin verður hendan luftin trokað eystureftir av aðrari luft, sum stavar frá miðjum Norðuratlantshavi. Har hesar luftnøgdir møtast, regnar. Hetta verður ætlandi í kvøld – byrjandi um 5-tíðina. Fyrst regnar í Mykinesi, síðani í Vágum, Streymoy o.s.fr.

Ímeðan tað regnar seinnapartin og í kvøld, fer vindurin at veksa upp í 13 til 18 m/s.

Um 22-tíðina fer at slíta í – fyrst vestanfyri (sama raðfylgja sum omanfyri). Tá ið regnumráðið (brúgvalagið) er farið eystur um Føroyar, minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, og ættin fer upp í útsynning.

Í nátt verður veðrið óbroytt frá seint um kvøldið fyri, 5 til 10 m/s úr útsynningi, skýggjað og turt.

Leygardagin broytist veðrið ikki tað stóra. Sama vindferð sum um náttina og morgunin, 5 til 10 m/s, men ættin fer at flyta seg spakuliga niðureftir, og á um kvøldið kemur hann úr beinum suðuri.

Tað verður skýggjað loft allan morgin við onkrum sólglotta. Hitin fer at liggja ímillum 10 og 12 stig.

Sunnunáttina nærkast eitt brúgvalag við regni sunnaneftir. Tað fer at merkjast um 3-tíðina sunnumorgun. Fyrst í Suðuroy, síðan Skúvoy, Sandoy o.s.fr. Sunnumorgun regnar helst kring alt landið.

Sum vanligt er, tá ið brúgvaløg fara framvið, so er meiri vindur eina løtu, og tá ið tað er farið framvið, broytist ættin. Soleiðis er eisini sunnudagin. Ein løtu fyri middag veksur vindur upp í 13 til 18 m/s, og eina løtu eftir middag broytist ættin til vestan.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Gott vikuskifti.