Onkuntíð kemur hjálpin haðani, man ikki væntar hana. Soleiðis byrjar ein týsk grein um, hvussu føroyska alivinnan og royndirnar frá eldri vira, ILA, hava gjørt týðandi frambrot í kampinum um at basa Coronavirusinum.
Landafrøðiliga støða Føroyar er ein avgjørdur fyrimunur, tá Corona skuldi steðgast. Hon gjørdi tað gjørligt at isolera sjúkuna, og til at røkka tí endamálinum var neyðugt at steðga flogferðsluni. Eftir at tað varð gjørt, tók tað bara umleið 2 vikur, so fór at ganga rætta vegin og nú er tamarhald fingið á støðuni.
Debes H. Christiansen á granskarasetrinum iNova fær nógv rós í greinini. Serliga tí hann var nóg framskygdur at keypa neyðugu tólini rættstundis og at seta eina royndarstovu ella laboratorium upp. Møguleiki er fyri at kanna upp til túsund fólk fyri virusið. Úrslitið er, at umleið 11% av føroyingum eru kannaðir nú.
Men sum nevnt eru tað eisini royndirnar við laksasjúkum, ið fáa størsta heiðurin, og greinaskrivarin væntar, at alivinnan fer at fáa vinning, umframt heiður og æru, fyri sín part í stríðnum ímóti Corona, tí tað at kunna fáa úrslit skjótt hevur sera stóran týdning, ikki minst fyri alivinnuna sjálva, tá tað kemur til fiskasjúkur.
Øll greinin kann lesast á týskum á síðuni https://www.nzz.ch/wirtschaft/die-lachszuechter-von-den-faeroeern-sind-heimliche-stars-der-corona-bekaempfung-ld.1551228. Møguleiki er eisini at fáa hana týdda til enskt, er ein ikki so stinnur í týskum. Hetta verður gjørt við at høgraklikkja og velja Translate to English (í Google Chrome).



