Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lán til landskassan

Zakarias Wang

Nú hevur landskassin brúk fyri lánum.

Tað er gleðiligt, tí tað eru nógvir smáspararar, sum kundu hugsað sær at veitt landskassa okkara lán.

Hví ikki royna í fyrstu syftu at bjóða okkum øllum lánsbrøv?

Verður upphæddin ov lítil, ber sjálvandi til hjá landskassanum at fara til útlendingar at sannføra teir um, at tað er ein trygg íløga at veita okkara landskassa lán. Tað fer neyvan at standa á, tí landskassi okkara hevur gott orð á sær, tí hann hevur altíð goldið síni lán aftur.

 

Zakarias Wang