Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsinnsavningin hjá Sinnisbata er útsett til komandi ár

Sinnisbati

Landsinnsavningin hjá Sinnisbata, sum skuldi verið í Sálarheilsuvikuna (millum 5.-11. oktobur) er útsett til komandi ár.

Sum støðan er í løtuni, verður ikki mett, tað vera ráðiligt, at skipa fyri landsinnsavning, sum var ætlanin at gera fyri fyrstu ferð í ár.

Arbeitt verður í løtuni við, hvussu vit kunnu skipa okkum komandi tíðina, tillaga arbeiðið og fyrireika okkum til komandi ár.

Fíggjarligan stuðul frá fólkum og fyritøkum, hevur alt at siga fyri arbeiðnum hjá felagnum, so hevur tú hug at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ber til at lata eitt oyra á fylgandi kontur:

 

Betri Banki: 9181-0001330898
Bank Nordik: 6460-0001639465
Norðoya Sparikassi: 9865-0001024242
Suðuroy Sparikassi: 9870-0001017757

 

Eisini ber til at gerast limur í felagnum, bæði sum einstaklingur og sum fyritøku.

 

Les meira her: http://sinnisbati.fo/studla/