Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsliðsleikari longt sáttmálan við KÍ

Jákup Ósá

Ein av leikarunum, ið hava verið uttan sáttmála fyri 2024, hevur nú longt sáttmálan.

Hann var ynkstur í Fredrikstad undan kappingarbyrjan 2023 og hevur í vetur verið ivasamur til 2024, men nú er greitt, at Mads Bo Mikkelsen heldur fram í KÍ. Mads var sannførandi í 2022, men var óstøðugur í 2023, har skaðar eisini argaðu. Hann endaði væl við at verða millum bestu leikarar móti Slovan Bratislava, har hann eisini skoraði. Hann segði aftur og aftur at honum dámdi væl í KÍ og spældi hann í Føroyum í 2024, so bleiv tað í KÍ. Og so bleiv.

 

Síðani 2022 hevur Mads Bo Mikkelsen verið bláur. Nú hevur hann longt við felagið.

Sum 22 ára gamal kom hann til felagið og her hevur hann stórtrivist í bláa umhvørvinum.

Í eina tíð hevur verið óvist hvagar leiðin hjá gekk hjá Mads, men nú er greitt at hann verður okkara í heili tvey ár afturat. 

Mads, sum hevur føroyska mammu flutti til HB á sumri 2020 fram til kappingarenda í 2021 og valdi tá hóast tilboð úr m.a. Danmark at spæla við KÍ, og má sigast at her hevur hann trivist og ment seg enn meira sum leikara.

Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugur sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein ímóti einum í álopsstøðu.

Vit í felagnum eru sera fegin um longda sáttmálan og gleða vit okkum at síggja kvika driblisterka nr.6 í bláum búna í 2024 og 2025.