Kvikur, arbeiðsamur og skal styrkja álopið
Eftir eitt kappingarár á Akureyri hevur 25 ára gamli skálvíkingurin Pætur Joensson Petersen valt at venda heim og vera partur av meistarliðnum komandi tvey árini.
Pætur spældi sín fyrsta dyst í meistardeildini longu í 2015. Hevur spælt á øllum landsliðum og síðstu 2 árini úttikin til A-landsliðið.
Pætur er ein kvikur og arbeiðssamur leikari, sum eina mest hevur leikt sum vongur og áleypari.
– Vit í KÍ vænta okkum nógva av Pæturi og ynskja honum vælkomnan í bláu troyggjuna.




