Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsliðsvenjarin hugdi í Klaksvík

Jákup Ósá

Tá KÍ og Víkingur spældu venjingardyst leygardagin var landsliðsvenjarin millum áskoðararnar.

Á myndini er Lars Olsen, landsliðsvenjari, í KÍ skýlinum saman við liðskiparanum hjá Víkingi og á A-landsliðnum, Atla Gregersen, sum ikki var við hendan dystin. Á vøllinum vóru m.a. Gunnar Vatnhamar, Andreas L. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen, sum áður hava verið á A-landsliðnum. Kanska mest sannførandi avrikið hendan dagin átti Patrik Johannesen, sum var við í báðum KÍ málunum í 2-1 sigrinum umframt, at hann var við í flestu av stóru málmøguleikunum hjá KÍ. M.a. tá bólturin tvær ferðir endaði á stongunum. 

Harleyfacadeacryl