Í áratíggju hava vit átt, og vit eiga framvegis vinnuligar kraftardeplar, har kommunan saman við restini av lokalsamfelagnum samstarvar við okkara vinnulívsfólk. Slík umhvørvi geva tey best hugsandi gróðrarlíkindi og motivatión til vinnuframtøk. Men stórur vandi er nú fyri, at hetta nýggja landsstýrið við tøkugjøldum, tilfeingisgjøldum og uppboðssølum av arbeiðsplássum fer at skapa ein ótryggleika, sum fer at køva hesar kraftardeplar og harvið steðga framburði og øktum útflutningi.
Eru tey nevnd, so eru tey kend, hesi siðvandu vinnuplássini kring land okkara, har allir partar av lokalsamfelagnum standa saman um teirra váða- og virkisfúsu vinnulívsfólk.
Á hesum plássum arbeiðir tað almenna ikki ímóti privatu aktørunum, ella øvundar ella mistonkir teir fyri spekulatión. Nei her standa kommuna, reiðarar, manningar, handilsfólk, peningastovnar, fakfeløg o.s.fr. øll saman um at varðveita og menna virki og arbeiðspláss, ið skapa virði til alt landið.
Leiklutirnir hjá ymsu pørtunum í samfelagnum eru sjálvsagt ymiskir, men tað, sum ger allan munin og skapir framburðin, er har fólk síggja møguleikar fram um forðingar og bakka hvønn annan upp.
Ferð eftir ferð hevur samanhaldið og samleikin í hesum lokalsamfeløgum lyft okkara land og fólk uppaftur úr kreppum og bakkøstum, við tað at fólk tóku lógvatak saman, hvør á sín hátt og á sínum øki.
Hetta serliga fyribrigdi, sum eyðkennir fleiri av okkara lokalsamfeløgum kring landið, er einki minni enn gull vert fyri samfelag okkara, tí á hesum plássum hevur fólkið skilt, hvat samanhald, samstarv og sosialur kapitalur kann skapa av virðum.
Tjóðveldi og javnaður ein farlig kombinatión
Vit hava nú fingið eina landsstýrissamgongu, har Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin – væl stuðlaðir av sentralistiska Framsóknarflokkinum – seta dagsskránna.
Hesir flokkar hava eina heilt aðra hugsjón um vinnupolitikk, enn hana, eg havi roynt at lýst her, og fleiri av oddafólkunum í hesum flokkum kenna heldur einki til, hvussu áður nevndu vinnuligu pláss fungera, tí tey hava ongantíð upplivað tað.
Hesi hava einki álit á, at vinnulívsfólk okkara vilja brúka avlop til íløgur í nýggj vinnuátøk. Nei, nú skal vinningurin heintast inn til tað almenna at brúka og deila útaftur, men her gloymir hetta landsstýrið at taka við í roknistykkið, at meðan vinnan brúkar avlop til nýggjar vinnuíløgur, sum skapa meir framleiðslu, arbeiðspláss og útflutning, so brúkar tað almenna peningin til alment forbrúk, sum ongan útflutningsvøkstur gevur, men heldur økir um innflutningin.
Ein eldri maður helt fyri nú ein dagin, at Tjóðveldi og Javnaðurin eru ein ring kombinatión, tí saman vilja teir snara ov ógvusliga til vinstru, soleiðis at tað verður alt ov nógv av tí almenna forbrúkinum og kontrolsamfelagnum, meðan tann fríi privati aktørurin verður skerdur og køvdur, so hann missur motivatión og virkshug.
Eg má tíverri geva hesum vísa manni rætt. Hetta nýggja, vinstrasinnaða og sentralistiska landsstýrið hevur bara sitið í nakrar vikur, men longu nú síggjast ræðandi árin av teirra vinstrasnaring, har fleiri av okkara allar fremstu vinnufyritøkum hava kent seg noyddar at sleppa ætlaðum framtøkum.
Nei, hetta landsstýrið hevur tveir møguleikar: Antin taka tit aðrar partar fyri og sleppa vinnukøvandi ætlanum tykkara, ella mugu tit leggja frá tykkum beinanvegin.
Jákup Mikkelsen
løgtingslimur fyri Fólkaflokkin




