Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsstýrið má traðkað í karakter

Jóhann Lützen

so bersøgin er samgongutingmaðurin Christian F. Andreasen á sínum facebook vanga í morgun. Samgongan er ikki samd um hvussu korona smittuvandin skal handfarast.

Christian F. Andreasen er tingmaður fyri fólkaflokkin. Hann hevur júst nú skrivað hvassorða boð á facebook. Tað er týðuligt at ósemja er í samgonguni um mátan at handfara korona smittuna. Kaj Leo Holm Johannesen var týðuliga sintur á tíðindafundi herfyri og tosaði eisini um ósemju í landsstýrinum.

Niðanfyri siggjast boðini hjá Christian F. Andreasen: 

Nú haldi eg, at landsstyrið má traðka í karakter. At stýra einum landi í kreppu við at “mæla til”, “tilmælum” og hugtøkum sum “sáttmála við fólki” ber snøgt sagt ikki til.

Landsstyrið má útvega sær neyðuga lógarheimild, sum gevur heimild fyri at seta avmarkingar fyri ferðafólk, sum ferðast úr útheiminum til Føroyar. Hettar er ein trupul uppgáva, men hon er neyðug.

Um vit avbyrgja tey sum koma til landið, kunna vit samstundis opna føroyska samfelagið aftur. Eg veit, at flestu fólk, sum koma til Føroyar vísa ábyrgd og akta boðini, men tíverri veit eg eisini um fólk, sum ikki yvirhalda “sjávbodna” sóttarhaldi.

Eingin keta er sterkari enn veikasta liði. So leingi fyribyrjandi tiltøk ikki verða sett í verk fáa vit ikki tamarhald á coronasmittuni. Ísland hevur tikið avgerð um at seta slík tiltøk í verk, og vit eiga at ganga somu leið.

Eg sigi ikki, at vit skula samtykkja allan pakkan av herðingini av epidemilógini, men vit mugu hava rygg til at seta neyðg tiltøk í verk í hesum døgum.

Harleywoodpaint