Við hesum leigumálið hava slóðbrótandi møguleikar latið seg upp. Og lunnar eru nú lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða. Nýtt heim fyri fólk við seinheilaskaða verður staðsett á Stangavegnum 53 í Klaksvík
Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttur sigur við Norðlýsið, at nýggi depilin fer at rúma umleið 16 íbúðum. Og talan er eisini um fleir búmøguleikar.
– Her fara borgarar at fáa fastan bústað, her kunnu tey koma at búgva eitt longri tíðarskeið og her kunnu tey eisini koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið, upplýsir Elsebeth
Hoyr landsstýriskvinnuna greiða frá nýggja depilinum her



