Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýriskvinnan vitjar MEGD

Almannamálaráðið

Mikudagin 23. oktober vitjaði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna MEGD.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, kunnaði um virksemið hjá MEGD og nýtti eisini høvið at vísa á, hvørji mál MEGD metir hava týdning at loysa fyri fólk, sum bera brek og hvørjar avbjóðingar eru á økinum í Føroyum. Jónvør Christiansen, aðalskrivari hjá MEGD, var eisini við á fundinum.

Landsstýriskvinnan fegnast um høvið at hitta umboð fyri MEGD og at fáa innliti í, hvat rørir seg á økinum. “Tað hevur stóran týdning fyri meg at hoyra, hvat fyri tey fólkini, sum hava tørv á hjálp, vilja. Eg vóni og vænti eisini eitt gott samstarv við felagið, sum umboðar millum 3.000 og 4.000 limir,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Harleyfacadeacryl