Jørgen Niclasen, Karl Johansen og Sigurd Lamhauge hittust í dag úti í Svínoy í samband við at løgtingið hevur sett 5 mió. av til at bøta um havnaviðurskiftini í Svínoy.
Staðbundna nevndin í Svínoy var vertur fyri fundinum. Eyðun Jacobsen, staðbundin maður í Svínoy, bjóðaði vælkomin og vísti ferðalagnum havnirnar á víkini, eiðinum og bátahylin.
Landið fer undir at bøta havnaviðurskiftini í Svínoy, og í tí sambandi er Klaksvíkar kommuna ein týðandi viðspælari í verkætlanini, sum heilt víst verður meira at frætta um næstu tíðina.






