Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Landsstýrismaðurin í miðjuni sett síni egnu at deila út kvotur

John William Joensen

Enn er eingin nýggjur aktørur komin inn í fiskivinnuna gjøgnum uppboðssølurnar, hóast vit hava havt hópin av royndaruppboðsølum og enntá uppboðsølu, sum er skipað eftir nýggju fiskivinnulóggávuni. Tað er sjón fyri søgn, at uppboðsølurnar ikki virka, sum føroysku búskaparfrøðingarnir, landsstýrið og tingfólk hjá sitandi samgongu prædikaðu. Eins og vinnan og manningarfeløg ávaraðu um, virkar uppboðsølan í verki, sum ein eyka-landsskattur á vinnuna, reiðarrí og manningar.

Avleiðingarnar síggja vit nú landsskassin flýtur yvir av pengum og byggihugurin hjá heimastýrinum er, sum ongantíð áður. Føroyar hava ongantíð áður havt eitt landsstýrið, sum í so stóran mun ger mismun á fólki og landaøkjum.
Vit hava enntá verið vitni til hvussu landsstyrismaðurin í Vinnumálum gjørdi greitt í brævið til Løgmann, at persónar í navngivnari føroyskari familju ikki kundu gerast leiðandi embætisfólk á hansara ráðharrastovu. Føroya Løgmaður bakkaði og tók brævið til eftirtektar.

Í samband við nýggju fiskivinnu lóggávuna, sum varð samtykt beint undan jólum varð lóg samtykt, sum avmarkar vinnumøguleikarnar hjá stóru og sterku vinnufyritøkunum í norðurøkinum. Høvuðsargumenti fyri at vinnulívið í Norðoyggjum skuldi veingjaskerjast, er at aðrir persónar mugu sleppa framat enn tey, sum hava víst í verki, at tey eru  dugnalig og hava megnað at uppbygt sínar fyritøkur í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Undan løgtingsvalinum gjørdu Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi nógv burtur úr, at tað var órættvíst at nøkur fá høvdu fingið fólksins ogn, sum gávu uttan at rinda eitt tað einasta oyrað fyri hesa gávuna.

Heilaga lyfti, sum Aksel V. Jóhannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsesen, skrivaðu í samgonguskjalið varð tí; …. at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan…..
 
Eftir harða telving millum samgonguna og suðuroyartingmennirnar, Bjarna Hammer og Kristin Michelsen, kom lóg um umsiting af fiskatilfeingið við reyvini fyrst úr løgtinginum. Fyrstur at boða frá semjuni í samgongonguni var ein ovurfegin Heðin Mortensen, tí samgongan hevði gjørt semju um at partur av fiskatilfeinginum skuldi útlutast sambært løgtingslógini til persónar í Suðurstreymi og suðurøkinum.
 
Nevnd at deila út kvotur
Landsstýrismaðurin hevur nú sett eina nevnd av “serfrøðingum” úr sínum egna samsinta flokkspolitiska apparati, at bíta út kvoturnar. Enntá er nevndarlimur í reiðarríði í Streymoynni settur í nevndina, at velja og vraka umsøkjarar. Vit kunnu bara ímyndað okkum rokið um nevndarlimur í JFK ella Varðanum saman við eittnú Fólkaflokksmonnum vóru settir at deila út av Fólksins ogn.
 
Samstundis arbeiðir landsstýri við at flyta enn meira virksemið úr norðurøkinum til suðurøkið. Ein serligur vinnupolitikkur, sum regulerar at alivinnan ikki kann virka alifisk úr Suðuroynni aðrastaðni í landanum, er settur í verk. Samstundis hava samgonguleiðararnir sitið á fundi við borgarstjórar í Suðuroynni, har endamálið er at finna fram til hvat landskassin kann gera fyri at menna hendan partin av landinum. Skal samgongan halda fram, so er púra greitt at Suðuroyggin skal hava sersømdir í føroyskari vinnulóggávu.
 
Fjølmiðlar sum politiskir ørindasveinar
Vit hava so mangan viðgjørt høvuðstaðarpressuna, og tað er púra greitt at føroyskir fjølmiðlar hava havt ein sera aktivan leiklut í politska arbeiðnum hjá sitandi samgongu.
Nýggja leiðslan í KVF hevur eitt strórt arbeiði at gera fyri framman, at endurbyggja álitið millum manna, á hendan fyrr so sterka fjølmiðlarisa, men sum seinastu átta árini hevur verið leikpállur hjá politiskum aktivistum. Nýggja leiðslan hevur brúk fyri stuðli um tey skulu megna at endurbyggja álitið á stovnin, sum beinleiðis hevur verið brúktur, sum eitt politiskt amboð fyri nøkrum víðgongdum elemetum, sum siga seg arbeiða fyri Føroyar.
 
Tá nýggja fiskivinnulóggávan varð samtykt í løgtinginum stóðu flestu serfrøðingar og politiskir viðmerkjarar spyrjandi. Eingin veitsla varð í samgonguni og eingi sjálvrósandi skáltalur ella tíðindaskriv frá samgongu flokkunum. Øll skipanin stóð sum rissa yvir deyðum fili. Einasta orsøkin til at neyðsemja varð samtykt í løgtinginum var fyri at halda sitandi samgongu til valdið – fyri at umgangast eitt løgtingsval.  
 
Men fyrrverandi javnaðar løgmaður slapp tó at siga eina lygn í KVF, at samgongan hevði framt eitt bragd við níggju lógini. Sambær Jóannes Eidesgaard hevði landstýrið og samgongan tryggja at fiskatilfeingið var Fólksins ogn.

Tað var sjálvsagt at útsøgnin fekk undirtøku frá fyrrverandi fiskimálaráðharra hjá Tjóðveldi, sum saman við fyrrverandi javnaðarløgmanninum virkaði, sum politiskir viðmerkjarar hjá KVF. At teir hava verið samdir og stuðla hvør øðrum í sjónvarpsstovuni er ikki løgið, tí gamal vinskapur rustar ikki. Vit minnast hvussu fyrrverandi javnaðarløgmaðurin bjargaði sær og fyrrverandi fiskimálaráðharranum politiska valdi, tá Norðlýsið avdúkaði at táverandi landsstýrismaðurin arbeiddi við at fáa landskassan at avskrivað 40 mió. kr. sum hansara egna felag skyldaði landskassanum. Táverandi løgmaður segði at einki skeivt varð gjørt, og nú er einki sum forðar fyri at teir báðir kunnu biðja Høgna Hoydal um at fáa “menningarkvotu” í løn, fyri at at hava fingið fjøld av veljarum í miðstaðarøkinum at svølgja fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni, sum ein vinnupolitiskan siður.

 
Útsøgnin hjá Jóannes Eidesgaard var roynt spinn, tí gamla lógin hevði just hesa orðingina, sum eina av fremstu linjunum, men henda útsøgnin bleiv so brúkt av samgongu formonnum, sum ein lítil innskotin setningur í formannsfrágreiðingunum á eftirfylgjandi landsfundunum hjá samgonguflokkunum, har samtykta fiskivinnunýskpanin annars ikki varð umrødd. Framsókn tók undir tingviðgerðini fullkomiliga frástøðu til lóg um umsitin av sjófeingi, men valdi tó í seinastu løtu at atkvøða fyri, so samgongan slapp at halda fram.
 

 
Øll vápn brúkt
Politisku aliansurnar í høvuðstaðnum millum miðlafólk, embætisfólk, frøðingar og poltikarar hevur verið sera eyðsýndur í samband við Fiskivinnupolitikkin.

Politiskur innhabilitetur, persónsbond og annar vinskapur blivu seinastu dagarnar undan atkvøðugreiðsluni um fiskivinnulóggávuna, tvinnaður saman í einum ótespiligum málið, sum í pallseting minnir um Water Gate gøluna í USA

Tað sum í sambandi við Water Gate er áhugavert at vita, er at tað ongantíð er prógva at Richard Nixon sjálvur visti um innbrotini í skrivstovuhølini hjá Demokratunum. Hinvegin hevði Richard Nixson í sínum leiðslustílið innanflokka upparbeitt eitt umhvørvi av trúgvum stuðlum, har tað varð góðtikið at tað var í lagið at fremja lógarbrot fyri eina hægri søk – sum var at fremja politisku mál flokksins og forsetans og fremst av øllum at syrgja fyri at forsetin bleiv afturvaldur.

Tað er almenn vitan at Tjóðveldi viðurkennur ikki donsku grundlógina, sum er galdandi fyri Føroyar og harvið viðurkennir flokkuri ikki sjálvt ástøði ella grundarlagið undir politi og dómsvaldi í Føroyum, sum framvegis er danskt sermál, sambært heimastýrislógini, sum flokkurin heldur ikki viðurkennur.

Tá Fiskivinnulóggávan i novembermánaða varð um at detta á gólvið, tí fyrrverandi formaðurin í vinnunevndini, Bjarni Hammer, ikki kundi taka undir við málinum, fóru vinstrasinnaðu kreftirnar í Tjóðveldi í suðurstreymi til verka.
 
Nevndarlimur í Unga Tjóðveldi, tók upp samband við eina fyrrverandi unnastu hjá formanninum í løgtingsins Vinnunevnd, sum formaðurin í løgtingsins vinnunevnd hevði havt samband við í tíðini áðrenn hann gjørdist politikari. Brævið, sum nevndarlimurin í Unga Tjóðveldi skrivar, er ein áheitan á fyrrverandi unnustuna, sum eisini hevur verið politisk aktiv í Framsókn, um at hjálpa “okkum” at fáa formannin í Vinnunevndini úr føroyskum politikki. “Hann er ein hóttan fyri føroysku tjóðina” stendur m.a. í brævinum.
 
Síðan verður blaðstjóri í høvuðstaðarmiðli kontaktað. Hon er fyrrverandi forkvinna í Unga Tjóðveldi og var við til at samskipað valstríði hjá Tjóðveldi fram til seinasta løgtingsval – har fiskivinnupolitikkurin (ella umfordeilingin av fólksins ogn) var høvuðsmálið. Tað er vælkent at blaðstjórin hevur arbeitt tætt saman við leiðsluni í Tjóðveldi. Saman við fyrrverandi unnastuni hjá formanninum í vinnunevndini verður ein ætlan løgd, sum skal fella løgtingslimin.
Í útskrift av telefonsamrøðum og boðum sæst, at man í eitt langt tíðarskeið lokkar formannin í løgtingsins vinnunevnd við “persónligum tænastum”, um hann megnar at útvega ólógligt rúsevni. Farið verður sera langt fyri at lokka tingmannin í løgdu felluna.
 
Enn eru bert brotpartar av samskiftinum, sum fyrigongur seg í millum náttarlívið í Vágsbotni, flokkshølini á gamla apoteki og løgtingið, alment løgd fram.
 
Enn hevur eingin í høvuðsstaðarpressuni sett ein tann einasta spurning til landsstýrismannin og  formannin í Tjóðveldi um hetta málið. Norðlýsið hevur roynt, men hevur enn onga viðmerking fingið. Tó kom ein viðmerking frá nevndini í Unga Tjóðveldi har tey ikki vistu nøkrum av skuldsetingunum aftur. Nevndin gjørdi bara greitt at hon onga ábyrgd hevði av hvat nevndarlimir havast at í frítíðini. Tað er tó greitt at Unga Tjóðveldi varð sera aktivt  á internet miðlunum, við tiltøku og at tapetsera miðbýin í Havn av við herðrópum um teir ræðulig kapitalistisku stór reiðararnar – sum ætlaðu at stjala ognina hjá fólkinum. Okkum vitandi er Unga Tjóðveldi ein frítíðarfelagskapur, so virksemið hjá felagsskapinum gongur væl just fyri seg í frítíðini hjá limunum.
 
 
Løgmaður rennur undan
Óskilið á vinnupolitiska økinum er í hæddini meðan Føroya Løgmaður tykist verða reduseraður til at bera taskuna hjá Tjóðveldi. Tað er púra greitt, nú landsstýrismaðurin sleppur at seta síni egnu folk at deila út kvotur. Við at velja síni egnu at avgera hvør skal fáa ókeypis atgongd til fólksins ogn, vísir landstýrismaður fyri løgtinginum vinnu og veljarum, at tað er í Tjóðveldi at politisku avgerðirnar verða tiknar.

Men hvør veit – kanska sleppur onkur javnaðarmaður í Suðuroynni gjøgnum nálareyga nú fólksins ogn skal deilast út.

—– 
 
Sí tíðindaskrv frá Fiskimálaráðnum;
 
 
Tíðindaskriv frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum:
Nevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur, er nú mannað.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur heitt á Gest Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm um at taka sæti í mentingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. 
Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur.
Fiskimálaráðið skrivar, at Gestur Hovgaard, sum í løtuni er í farloyvi frá Fróðskaparsetrinum, er valdur tí hann m.a. í mong ár hevur granskað spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi fyri økismenning. 
Hann er útbúgvin samfelagsfrøðingur.
Guðrið Andorsdóttir er roynd í útflutnings- og framleiðsluvinnu av fiskavørum. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og í alivinnuni. Guðrið Andorsdóttir er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur.
Arnbjørn Egholm er royndur í fíggjarvinnu millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Hann hevur eisini arbeitt í vinnurekandi grunni, eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Eisini hevur hann royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn Egholm hevur bankaútbúgving.