Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lang bíðirøð við Norðoyatunnilin

Jóhann Lützen

Í løtuni heldur long bíðirøð við Norðoyatunnilin – tunnilin er fyribils stongdur.

Vit hava verið í samband við vakthavandi á Politistøðini. Har verður greitt frá, at ein stórur bilur er á veg norðeftir við einum stórum lessið, og tískil er tunnilin fyribils stongdur av trygdarávum.

Tað er ikki greitt, nær ið tunnilin letur uppaftur.