Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Langhylurin i Tórshavn: J. & K. Petersen lægstir

J & K Petersen

Í gjár klokkan 15,00 var lisitatiónin í Svimjihøllini í Gundadali, tá tilboðini upp á nýggja langhylin í Tórshavn vóru latin upp.

Tað vóru 3 feløg, sum vóru á staðnum við brævbjálvum og vóru tilboðini hesi:

 

Búsetur:                               kr. 159.901.443

Articon                                 kr. 148.680.571

J. & K. Petersen                 kr. 147.295.181

 

Ætlandi skal arbeiðið byrja beinan vegin, og skal verða liðugt við ársenda 2022/23.

 

Verkætlanin umfatar útbygging av verandi svimjihyli við einum 50m hyli. Samlaða víddin er 3.100 m2 býttar á 2 hæddir. Í sunnara enda eru 2 hæddir, har tann ovara er 546 m2 .

 

Onnur verkætlanin innanfyri ein mánaða

Hetta er onnur stóra verkætlanin, sum J. & K. Petersen hevur vunnið seinasta mánaðin.

 

1. September 2020 skrivaði felagið undir sáttmála við IRF um bygging av nýggjum tyrvingarplássi Úti í Nýggjheiðum í Kvívík, – henda verkætlanin er omanfyri 70 mió. kr.