Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars Enarson á vitjan í Føroyum

Jóhann Lützen

Sviin Lars Enarson, sum seinastu gott 20 árini hevur búð í Ísrael, kemur til Føroya í komandi viku fyri at hava ein sonevndan bønarskúla

 

 

Lars Enarson er kendur í samkomuhøpi, bæði sum bíbliulærari, talari og ikki minst á alnótini, haðani fleiri føroyingar kenna hann. Fyri nøkrum árum síðani fekk hann eina visión frá Gudi um at eggja fólki at biðja. Kallið er ein skandinavisk bønarrørsla, “Norden 7:14”, har biðið verður um veking fyri Skandinavia, Europa og Ísrael. Út frá visiónini, hann fekk, hevur Lars íðin virka fyri, eggja og undirvíst fólki í at biðja miðvíst fyri heiminum og fyri londum sínum.

 

Bønarskúlin verður í Skansahúsinum, ið er grannahúsið til Starvsfelagið. Skúlin, ið er í 4 sektiónum, byrjar fríggjakvøldið kl. 19.30 og heldur fram leygardagin frá kl. 10.00 til kl. 17.00.

 

Skúlin og tað, sum borðreitt verður við, er ókeypis og øll eru vælkomin at verða við. Fyrireikararnir, ið er bønarbólkur, ið samlast í Skansahúsinum, heitir tó á luttakarar um at melda seg til, so tey hava eina hóming av, hvussu stór luttøkan verður. Tilmelding fer fram við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju. 

Bønarskúli við Lars Enarson (Ókeypis) (atgongumerki.fo)