Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lat Arbeiðseftirlitið sleppa til verka

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Tað er at fegnast um, at Starvsmannafelagið hevur sett sálarliga arbeiðsumhvørvi á breddan. Nú er upp til politisku skipanina at lofta bóltinum og rudda upp í egnum húsi. Tað eigur ikki at bera til at síggja burtur frá tí veruleika at strongd er um at gerast ein fólkasjúka. Arbeiðseftirlitið er niðurpínt og hóast landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur allar heimildir at gera nakað við hetta, so er sjón fyri søgn, at als onki er gjørt innan hetta økið. Heimildir eru til fyri at brúkast, annars eru teir onki verdar.


Sálarliga arbeiðsumhvørvið staðfestast í lóg og átøk skulu setast í verk.

Lógin um arbeiðsumhvørvi er ein rammulóg. Til lógina hoyra ikki minni enn 35 kunngerðir, har nógv tær flestu snúgva seg um teknisk viðurskifti.

Nógv tær flestu kunngerðirnar eru gjørdar í 1990 árunum og tí eru fleiri ið hava tørv á at dagførast, men arbeiðsorkan er ikki til hetta arbeiðið. Tvørturímóti er stórt trýst á arbeiðseftirlitið í samband við økt byggivirksemi og likamliga arbeiðsumhvørvið.Kunngerðin ið nevnir sálarliga arbeiðsumhvørvið, kunngerð um útinnan av arbeiði, er frá 2002. Tað er ógvuliga sannlíkt, at arbeiðsmarknaðurin er nógv broyttur hesi góðu 12 árini, síðani kunngerðin varð gjørd, og hon tí krevur dagføringar.

Javnaðarflokkurin er av teirri sannføring, at tað er rætt, at dagføra alt økið og orða eina strategi fyri einum nýmótans politikki á hesum øki, harundir at fáa staðfest í lógini, at arbeiðsumhvørvi snýr seg um bæði likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið. Eisini eigur lógin at staðfesta rættin at arbeiða fulla tíð og átøk skulu gerast so tey, ið ikki ynskja at arbeiða niðursetta tíð fáa møguleika at fáa fleiri tímar.


Tað ”loysir seg” at gera nakað við arbeiðsumhvørvið

Tølini fyri strongd vísa, at strongd kostar samfelagnum 140-200 miljónir um árið í sjúkrafráveru, sjúkraviðgerð og deyða. Tí er spurningurin um ikki nógv meira er at spara við einum miðvísum fyribyrgjandi arbeiðið, enn við teimum sparingunum, ið eru framdar og sum eru fráboðaðar innan tað almenna. Spurningurin er, um tann ótti og ótryggleiki, ið valdar tá ið sparast skal á einum arbeiðsplássi ikki ger at starvsfólkini hava verri við at savna seg um sítt arbeiðið, tí tey vita ikki hvør av teimum rýkur út næst. Nógv uppliva í dag, at uppgávurnar minka ikki hóast tey verða færri starvsfólk, og setur hetta tey, ið enn hava arbeiði, undir eitt ómenniskjansligt trýst. Skal sparast, so mugu uppgávurnar eisini minkast.


Upplýsing og fyribyrgjandi arbeiði er vegurin

Fyribrigdi strongd er eitt relativt nýtt hugtak her hjá okkum, tí eigur Arbeiðseftirlitið at fáa fíggjarligu karmarnar, ið ger tað møguligt hjá teimum at arbeiða við upplýsing og vegleiðing um, hvussu ein kann fyribyrgja strong á arbeiðsplássum. Eftirlitið eigur at hava møguleika at útvega virkjum hjálp og vegleiðing at handfara arbeiðið, bæði tá ið tað kemur til at fyribyrgja strongd og hvussu ein tekur hond um trupulleikan, tá ið hann er íkomin.

Ofta verður sagt, at orsøkirnar til strongd eru at finna í lívinum hjá fólki uttan fyri arbeiðstíð, hetta er heilt vist ein partur av trupulleikanum. At upplýsa fólk viðvíkjandi strongd, er ein uppgáva, ið ein kundi umhugsað at heitt á Fólkaheilsuráðið um at átikið sær.


Orða eina strategi fyri arbeiðsumhvørvið og seta ítøkilig mál

Vit hava ongan orðaðan politikk viðvíkjandi arbeiðsumhvørvinum. Arbeiðseftirlitið eigur at styrkjast og fáa til uppgávu, at standa fyri, at orða ein arbeiðsumhvørvispolitikk við greiðum málum og hvussu hesi mál kunnu náast komandi 10 árini.

Vit eiga at fáa ein nýmótans arbeiðsumhvørvispolitikk, ið snýr seg um bæði likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið. Javnaðarflokkurin er greiður yvir, at hetta krevur at arbeiðseftirlitið fær knappar 2 milliónir í øktari játtan. Eftir okkara tykki letur hetta seg gera yvir, til dømis, tvey fíggjarár og eru vit til reiðar, at viðvirka til at fígging verður útvegað.


Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin