Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lat okkum aftur finna lívsvirðir, sjálva listina at liva

Oliver Joensen

Hetta segði Heri J. Joensen sóknarprestur í røðu síni, tá hann setti Útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin. Nógv fólk var í Svínoy hendan summarfjálga leygardagin og blíðskapurin var óførur. Heri J. Joensen helt setanarrøðuna sum sagt og greiddi eisini frá í kirkjuni um søgu kirkjunar.

Heri nevndi røðu sína fyri:

“Ein tíðarmynd úr 60-árunum” úr Klingrugarði

Tá eg var biðin seta stevnuna, visti eg ikki rættuliga hvar eg skuldi standa, helt at eg skuldi standa í miðjum Klingrugarði men nú eru vit so her og vit síggja oman í Klingrugarð:

Kæru stevnugestir, gott bygdarfólk og aðrir gestir – vælkomin til Svíoyar nú stevnan skal setast.

Onkusvegna standa vit her í hjartanum í bygdalívinum, centrum í Svínoy, her tað heila fyrigekk og her hinar stóru avgerðirnar vóru tiknar, tí her krossast gøturnar hjá bygdafólkunum meðan tað gamla samfelagið enn var livandi og fólk vóru upptikin av tí gerandisliga.

Sjálvur vaks eg upp her við Klingrugarð. Vit standa í Norðara Klingrugarði, soleiðis nevnist stavurin her mataráin, ið gav fólki og fæi hitt lívgevandi vatnið, sum fer rennandi framvið.

Minnist staðin her frá barnaárunum, frá fyrst á morgni til seint á kvøldi.

Fyrsta ein hevði fingið eyguni sundur hesa ársins tíðina, fyrst í 60’unum , sást tú fólk fara við kúnni á heimabeiti gjøgnum túnið. Sjálvandi , aðrir fóru við útróðrarskríni til útróðrar av tí at góðveðursløtan skuldi nýtast. Kanska vóru tveir grannahanar longu farnir at berjast í morgun, so teir bløddu úr silpunum og nakkanum, meðan hønurnar stóðu og hugdu at.

Løtu seinni fór gamli jeppurin yvir um Eið, tí tað var postdagur. Postdagur, segði  eg, tí Immanuel, so Másin komu bert 3 ferðir um vikuna. Einaferð um vikuna og tað var miðvikudagin, var fartur við Rituni beinleiðis úr Havnini, og sjálvt um Ritan fór bæði til Fugloyar/Hvannasund, so var hildið betur at sleppa til Havnar sama dag við gomlu Rituni, ið var ásigld á sinni.

Seinni kom Jeppurin aftur av Eiðinum, fullur av vøru, fólki og fylgdur av einari rúgvu av hundum ið høvdu ein øgiligan gang. Tá so bilurin steðgaði fóru teir í rúgvu at berjast. Hetta var nakað heilt serligt fyri frammandamannin.

Her uppi í Túni, ella í Klingrugarðinum, var miðjan, ið alt lívið í bygdini snúði seg um. Summardagin sást tú menn við hoybyrðu fara gjøgnum túnið, tí hoyggið skuldi fáast til høldar áðrenn sólin fór niður og konur við rívum eftir drúgvan arbeiðsdag.

Her spældu vit børnini Com-bitten og runnu undan hjørnum, lætt á føti og hvurvu afturundir aftur, líka so skjótt sum vit komu fram. Her yðjaði av lívi. Menn komu av útróðri koyrandi trillubørur fullar av kruvdum fiski. Úr fjøruni hoyrdist kátur fuglur, ið hevði fylt seg við livur og øðrum krásum.

Løtu seinni sást tú aftur neytini “júgurasíð”, tí nú tók dagurin at halla. Kýrnar skuldu mjólkast, minnist enn ljóðið av ketunum/tjóðrunum os so beljini og ikki minst køstaflugurnar. Alt hetta hoyrdi summarinum til.

Her var lív, her komu menn berandi leypar. tað veri seg tøðleypar, taraleypar, fiskaleypar, hoyleypar, tó mest torvleypar, tí áðrenn elektrisitetið kom, var vanligt til tíðsfordrív hjá eldri monnum, at fara sær eystur í hagan eftir einum torvleypi tá døgurðin var etin.

Síðst á kvøldi, tá myrkrið var sígað rundan um sást tú onkran á ferðini oman í Geil, oman í Sugguna við bukkuspannuni. Hetta var gjørt í loynd, í slíkum ørindum vildin ein ikki møta øðrum, og møttust tvey, vóru tey fáorðaði, valla varð orð talað.

Einaferð hevði onkur mist spannuna á miðjari plenini og miklar gitingar vóru um hvør hetta var, minnist eg.

Rímuligt – hetta var áðrenn elektrisitetið, helst er hesin dottin um lunnarnar.

Her uppi undir hjallinum ella undir Salinum var stað, har fólk hittust, her og undir Lítlafjósi og serliga niðri í Klingrugarði, omanfyri húsini í Ovastahúsi, her vóru verðinsmálini rødd, her vóru hinar stóru avgerðirnar tiknar, her var alt tað, sum nú er í útvarpi, sjónvarpi og á facebook. Her var alt og ongin tráaði stórt meira. Vit vóru nøgd við at vera her og ongin visti um annað. Fólk vóru fødd her livdu her, doyðu her og eg haldi at talt var her, heimalambið, kúgvin, heimið, báturin, havhesturin, skrubburnar á Víkin. Alt hetta var nokk í sær sjálvum og reklamur vóru ongar. Guð hevði givið okkum alt hetta og tað var nokk. Eg haldi flest øll fóru vælnøgd niðan í kirkjugarðin, biðandi evsta dag, tá alt anna verður upplatið.

Ongin uttanatkomandi fortaldi fólki hvussu tey skuldu liva, hvat tey skuldu gera, hvussu tey skuldu liva og síggja út. Tey vóru eydnusom, mett, tráaðu ikki nakað annað, tí í Svínoy var alt sum hugur hjarta og sál tráaðu. Í heimligum jørildi.

Øllum hesum hava vit nokk at læra av, so er at vóna at bygdin enn einaferð fer at blóma. At her myndast arbeiðspláss, børn fara at renna brekkuna hiðani, og oman í Klingrugarð, at her fer at yðja av lívi. At her má lívi trívast og at her er alt tað vit hava tørv á.

At eingin uttanatkomandi definerar tørvin, men at vit/tit, sum her skulu búleikast, síggja, at her er alt “ALT” – Ja “Alt” lat okkum aftur finna lívsvirðir, sjálva listina at liva.’

Góðan stevnudag. Og nú lýsi eg stevnuna setta at vera.

Vælkomin øll. Takk fyri høvi. Guð vælsigni dagin og okkum øll.

Heri J. Joensen, sóknarprestur.

Harleywoodpaint