Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lat teg kanna fyri og eftir ferðina

Løgmansskrivstovan

Treytirnar fyri at ferðast til Føroya broytast, tá ið august mánaður er farin aftur um.

Í staðin fyri krav um koronakanning við markið, mæla heilsumyndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftaná komu til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað er møguligt at fremja hesar broytingarnar.

“Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Vit hava havt meira ella minni vanligar umstøður í samfelagnum, og nú gerast viðurskiftini við markið eisini meira vanlig aftur. Tað hevur gingið væl í Føroyum. Fólk hava tikið ábyrgd, og nú vóni eg, at fólk eisini taka væl ímóti og virða nýggju tilmælini,” sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Broytingarnar í stuttum

  • Krav um kanning við markið fellur burtur
  • Mælt verður til kanning, sum ikki er eldri enn tveir dagar, áðrenn fráferð til Føroya
  • Mælt verður til kanning tveir dagar eftir komu til Føroya
  • Mælt verður til at vera serliga varin, til svar er tøkt frá kanningini annan dagin eftir komu