Í morgun fekk Christian í Grótinum 250 tons av svartkjafti í tangarnar í morgun. Hetta er fyrsta nøgdin teir hava fingið inn, síðani teir komu á leiðina vestanfyri Írland í gjár. Sum skilst, so eru teir væl nøgdir, tí tað hevur gingið eftir ætlanum at trola og at pumpa veiðuna inn í tangarnar. Men veðrið er sera vánaligt á leiðini frætta vit frá teimum.




