Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Leggja lok á Eystan Garð

Dávur Winther

Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado ganga væl, og verða nú takelementini løgd á

Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado hava vingið væl, og verða nú takelementini løgd á

Talan er um 10 eigaraíbúðum, sum eru ímillum 80 og 96 fermetrar til víddar.

Seks teirra við tveimum kømurum – og fýra við trimum kømurum.

Síðurnar við stórum vindeygum eru komnar í, og í dag og í gjár løgdu teir væl bjálvaðir takelementir á, so her gongur onkran veg.

Tað gongur við rúkandi ferð – sum at byggja Lego. Talan er um elementbyggjaríð úr beton, sum Løvubeton hevur gjørt.

Teir størstu byggilutirnir viga um 8 tons, so her skulu stór amboð til. Eisini eru kaðalrør í elementunum at drage el-leiðingar í.

Eisini eru wc-klivar settir inn á báðar hæddirnar. Teir eru liðugt gjørdir við flísum, brúsu, vaski, wc og enntá knagum at handa handklæðið á.