Feedback, kanska títt besta leiðsluamboð. Út við rósi og burtur við kritikki. Tekna til leiðaradagin á synergi.fo.
Fríggjadagin 21. mai kl. 13 – 17 verður leiðaradagurin 2021.
Jan Gintberg, navnframi skemtarin verður høvuðsrøðari. Tema á degnum er motivatión.
FEEDBACK | Kanska títt besta leiðsluamboð v/Anders Stahlschmidt
Tá tú finst at, fara starvsfólkini í verjustøðu, og tá tú rósar, verða tey, sum tú ikki rósti, vónbrotin.
Hvussu skalt tú so bera teg at, tá tú skalt geva starvsfólkunum feedback?
Tað hevur Anders Stahlschmidt, samskiftisserfrøðingur, eitt gott boð uppá:
# 1. Út við rósi
Tað er skjótt at tú “kemur til” at rósa nøkrum meira enn øðrum, og hetta kann skapa ringan stemning.
Harafturat er rós nakað, sum vit kunnu gerast bundin at – tað er sum við sukri, hevur tú fingið eitt sindur, vilt tú bara hava meira.
# 2. Burtur við kritikki
Tá vit verða kritiseraði fara vit natúrliga í verjustøðu. Hóast tú roynir at pakka kritikkin inn, m.a. við at rósa eisini, so er kritikkur enn kritikkur.
Móttakarin fer í verjustøðu og lærir tí einki av tí.
# 3. Inn við eygleiðingum, ynskjum og hugleiðingum
Endamálið við feedback er, at vit ynskja at hjálpa hvørjum øðrum at gerast betri. Tí eiga vit í staðin fyri at rósa og kritisera, eygleiða og so neutralt sum gjørligt, siga frá okkara eygleiðingum.
Vit eiga greitt at siga, hvat vit, sum leiðarar, ynskja av starvsfólkunum og at hava fokus á, hvat vit hava lært, og hvussu vit fáa tað til at rigga væl ella betri næstu ferð.
Feedback er kanska títt besta leiðsluamboð!
Kom á Leiðaradagin 21. mai og hoyr um Feedback
Tekning HER ella ring 322355. Tú kanst eisini senda teldupost á synergi@synergi.fo




