Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leiðari til Visit Norðoy           

Lýsingargrein

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum

 

 

Ynskir tú at arbeiða innan eitt øki í støðugum vøkstri ?

Ynskir tú at hava ávirkan og standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum ?

Ynskir tú eitt arbeiði við spennandi og avbjóðandi uppgávum ?

 

Visit Norðoy leitar eftir leiðara!

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum. Viðkomandi er álitisvekjandi, hevur hug at ganga á odda og kann vísa á royndir við leiðslu, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt starv, har uppgávurnar m.a. eru:

–       at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum

–       at menna felags ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar

–       at marknaðarføra Norðoyggjar sum ferðavinnumál

–       at røkja og menna samstørv við kommunur, vinnurekandi og borgarar í Norðoyggjum

–       at samskipa tiltøk, útferðir o.a.

–       at samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar  

–       at arbeiða við nýhugsan og nýskapan

 

Tín vangamynd:

–       tú hevur viðkomandi útbúgving

–       tú hevur gott innlit í viðurskifti innan ferðavinnu

–       tú hevur góð samskiftisevnir og leiðsluførleikar

–       tú hevur gott innlit í fíggjarlig viðurskifti

–       tú ert nýhugsin og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi

–       tú hevur góðar telduførleikar

–       tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tað er ein fyrmunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

 

Setanarviðurskifti:

Umsókn, sum skal merkjast Leiðari til Visit Norðoy, kann sendast saman við CV og avrit av prógvum og møguligum viðmælum, til teldupost input@input.fo  í seinasta lagi 15. februar 2023.

Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Símun Gullaksen, nevndarformann á telefon 217055.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.                  

 

Visit Norðoy:

Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar og um virksemi í Norðoyggjum. Visit Norðoy kunnar føroysk og útlendsk ferðandi í Norðoyggjum. Visit Norðoy heldur til í Biskupstorginum í Klaksvík.