Aftur í ár skipar GLS Føroyar (Global Leadership Summit) fyri leiðsluráðstevnu – hetta er 13. ferð GLS verður skipað í Føroyum.
Stevnan verður vanliga hildin um miðjan januar – men orsaka koronustøðuna er stevnan flutt. Í 2021 varð stevnan avlýst vegna korona.
Endamálið við stevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar.
Í ár verða tveir føroyskir luttakarar við á stevnuni – Ingun Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, og Bergur D. Joensen, prestur, Eisini verða 8 fjølbroyttir útlendskir fyrilestrar vístir á stórskíggja. Hesir eru allir týddir til føroykst.




