Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ verður leiktur í morgin. Tekniska umsiting ruddar av soleiðis at KÍ fær leikt sínar venjingardystir á heimavølli.
VFF Cup byrjar í morgin og í fyrsta umfarinum skal KÍ spæla móti Skála. Dysturin verður í Klaksvík og hann byrjar kl. 13
Fleiri hava sett spurningar til um dystir kunnu spælast í Klaksvík, nú plenin mest av øllum er at líkna við eitt byggipláss við djúpum veitum og ongum gyrðingum.
Norðlýsið hevur spurt seg fyri og frá teknisku umsiting fáa vit at vita, at økið verður ruddað av, soleiðis at til ber at spæla dystin í morgin.








