Í 5. flokki hava tey arbeitt við leiri, og tey vóru so sera hugagóð. Eitt myndaevni varð valt, og síðani varð farið til verka.
Fyrst fingu tey hvør sín leirklump, sum skuldi evnast til. Leirið er so vorðið, at tað helst skal standa og torna í umleið eina viku, áðrenn tað verður brent.
Tá ið næmingarnir komu aftur í skúla vikuna eftir, varð leirið brent tvær ferðir. Fyrstu ferð sum tað var og síðani eina ferð afturat við málingini. Tá varð brenniovnurin settur á umleið 1000 hitastig, og tað tók umleið eitt døgn at brenna.
Á borðinum stóðu tá vøkur andlitsíløt klár at taka í nýtslu til litblýantar ella okkurt slíkt.













