Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leivur Joensen bjargaði ÍF

Jákup Ósá

Við tveimum uppleggum var Leivur Joensen avgerandi leikarin, tá ÍF vann grannauppgerðina og tryggjaði sær eitt fyribils trygt 2. pláss í Effodeildini. 

Talan var ikki um eina av teimum bestu grannauppgerðunum. Serliga fyrri hálvleikur var tamur við fáum møguleikum liðum, ið als ikki fingu spælið at koyra. Víkingur vísti góðar taktir í byrjanini, men tá teir komu framum 1-0 við máli frá Hjartvard Hansen, so líka sum steðgaði alt upp.
Í seinna hálvleiki hendi meira og ÍF kom ordiliga fyri seg, har serliga Leivur Joensen var vælleikandi úti í høgru síðu. Tað var eisini hann, ið legði upp til bæði málini hjá ÍF. Serliga innleggið til næsta málið hevði høga dygd og eisini okkurt annað innlegg burdi givið mál.
Við sigrinum hevur ÍF lagt seg trygt á 2. pláss við 24 stigum.
Sí hæddarpunkt frá dystinum her
Upptøkurnar eigur Jóhan Thomsen.