Tey mongu kritisku hoyringarskjølini í sambandi við viðgerðina í Rættarnevndini av uppskotinum um Náttúruverndarlóg boða ikki frá góðum fyrireikandi lógararbeiði. Og tey, sum varða av landbúnaðinum í Føroyum, m.a. Føroya Óðalsfelag og Bóndafelagið, harmast stórliga um uppskotið, og ført verður fram, at Umhvørvismálaráðið bara hevur sitið og kopierað norska lóg uttan fyrilit fyri serføroyskum viðurskiftum.
Føroya Óðalsfelag er serstakliga misnøgt við uppskotið um náttúruverndarlóg, sum Umhvørvismálaráðið hevur lagt fram. Eitt nú finst felagið at, at norska lógin er brúkt sum fyrimynd, hóast jarðarviðurskiftini í londunum báðum eru ósambærilig. Neyðugt er við føroyskari lóg til føroysk jarðarviðurskifti, leggur Óðalsfelagið eina við.
Í skrivinum stendur, at uppskotið til føroyska náttúruverndarlóg er týtt úr norsku lógini “Lov om forvaltning av naturens mangfold”, ið er gjørd eftir norskum viðurskiftum og fortreytum. Neyðugt verður tí at kenna til norskar siðvenjur, dómar, fyrimyndir, endurgjøld v.m., fyri at kunna virka undir lógini, og tað fer at gera tað óneyðuga dýrt og tíðarkrevjandi. Samstundis byggir núverandi føroysk jarðarlóggáva á drúgvar, føroyskar siðvenjur, sum lógin hjá norðmonnum av góðum grundum ikki tekur við.
Óðalsfelagið fýlist eisini á, at náttúruverndin ikki liggur fremst í huga hjá teimum, ið gjørt hava lógina. Óviðkomandi atlit so sum atlit til ferðavinnu, virkið útilív, upplivingarvirði og gongd í haga eru vavd inn í lógina, og lógin fokuserar ikki uppá náttúruvernd og føroysku náttúruna sum grundarlag fyri burðardyggari matframleiðslu, vil felagið vera við.
Nevnt verður eisini, at uppskotið gongur tí annars grundlógartryggjaða ognarrættinum ov nær. Bert at fáa endurgjald fyri brúk, sum er í gongd, er als ikki nøktandi, sigur Føroya Óðalsfelag, og mælir til at vanligu endurgjaldsreglurnar verða nýttar við fyriliti fyri framtíðar brúks-, vinnu- og sølumøguleikum. Eiheldur eiga “týðandi samfelagsáhugamál”, sum tilskilað í uppskotinum, at kunna fáa undantak frá náttúruvernd. “Tvingsil og ognartøka brenna brýr”, sigur felagið.
Sum heild tekur uppskotið rættindi frá núverandi óðals- og bóndafólki og gevur m.a. ferðavinnuni rættindi. Landsstýrisfólkið á økinum fær sera víðfevndar heimildir í sín lut, meðan hagastýri missa rættin at skipa eitt nú gongd í haga. At eitt fjarskotið landsstýrisfólk fær heimildir at tilluta ferðavinnuni undantøk frá náttúruvernd, herundir tí at verja vistskipanir, sum lógin annars sigur seg vilja verja. Her er við øðrum orðum ósamsvar í sjálvum lógaruppskotinum. Stórt spurnartekin verður eisini sett við, um ein fjarskotin fyrisiting í miðstaðarøkinum í heila tikið hevur førleikarnar og møguleikarnar til at fylgja við í, hvat fyriferst náttúruni viðvíkjandi í teimum ymisku høgunum í Føroyum.
Omanfyrinevndu eru bert nakrar fáar av lemjandi atfinningunum, sum uppskotið um náttúruverndarlóg fær, og sum eisini umrøða m.a. ósamsvar við Grundlógina og europeiska Mannarættindasáttmálan, stýrisskipanarlógina og ST-sáttmálan frá 16.12.1966. Lógaruppskotið og øll skjøl í málinum, harav 22 hoyringarsvar, kann lesast á https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10333. Kanning og tilmæli frá Føroya Óðalsfelag kann lesast á https://www.odalsfelag.fo/_files/ugd/544c3f_28da4dd2ca564cebb11c91c98abfadf5.pdf.



