Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leo er farin um sýn

Norðlýsið

Kendi danski tónleikarin og undirhaldarin Leo, maður til Sussi, er farin um sýn í nátt.

Sussi og Leo munna vera heimskend í Danmark, við sínum serligu sangum og framførslum. Tey blivu par, tá ið tey bæði gingu í 9 flokki, og líka síðani hava tey liva saman, og ikki mist undirhildið danum.

Tey hava eisini vitja her heima á klettunum. Fyrstuferð tey vóru í Føroyum, spældu tey ávíkavist í Tvøroyrar klubba og í høllini í Runavík, í samband við mentanarvikuna í 2012.

Leo Nielsen hevur verið rættiliga sjúkur seinastu árini, og í desember varð hann innilagdur á sjúkrahúsi við tarmslyng. Tá fekk Sussi ar vita, at tað var eitt undur, um hann kom afturíaftur.

Tó so, kom Leo so væl fyri seg, at hann aftur kom heim í heim teirra í Saltum, norðaliga í Jútlandi, har hann hevur verið fram til fyri einari viku síðani, tá ið hann aftur mátti fara á sjúkrahús.

Leo Nielsen var 67 ár nú hann andaðist.