Í gongini hjá 3. flokkunum er friðarligt og í einum horni sita Brandur, Benjamin, Mattias, Gabriel og Rúnar við hvør sínari bók. Teir hava frílesing og eru av álvara hugsavnaðir um alt tað, sum hendir í bókunum.
Bøkurnar eru ymiskar, so hugarenslið er eisini ymiskliga myndað av ævintýri, vinalagi, trøllum og gátum. Teir síggja út til at tíma at lesa.
– Tað er spennandi at lesa, sigur Brandur.
– Tað besta við at lesa er eisini friðurin, sigur Gabriel og hinir nikka.
– Tað er deiligt at hava eina løtu, har vit sjálvir kunnu sita og lesa, heldur Mattias fram.
Í hondunum hava teir bøkurnar Skrímslahæddir, Gullgátan, Vitello vil hava ein pápa, Allarbesti vinurin og Harry Potter.
– Mær dámar væl Harry Potter, tí søgan er spennandi, sigur Gabriel, og tá ið eg eri liðugur at lesa bókina, so sleppi eg at síggja filmin. Tað gleði eg meg til, so nú má eg skulda mær, so eg klári tað fyri páskafrítíðina, smílist hann.
– Eg lesi um ein hund, heldur Benjamin fram og vísir á eina av opnunum í bókini. Hundurin kann vera allarbesti vinurin hjá tí, sum eigur hann. Eg havi átt hund, men sjálvt um hann er deyður, so er hendan bókin góð.
Rúnar kemur og setir seg hjá hinum dreingjunum, og teir eru allir samdir um, at hetta er ein góð lesiløta og spurdir um, hvat ger, at tað er deiligt at lesa svarar Brandur:
– IDK.
Uppá spurningin hvat IDK merkir, siga teir allir:
– I don’t know, og fara flenna.
Skjótt eru huganum aftur í bókunum og takkað verður fyri prátið. Enn er friðarligt og lesivinarligt á gongini. Nakrir næmingar, sum hava verið á bókasavninum og lænt eina nýggja bók, koma framvið og seta seg inn í floksstovuna at lesa.
Teimum verður ynskt góðan lesihug og teir takka fyri.
Um tú hevur hug at vitja bókasavnið, spyrj so læraran, nær tit kunnu fara.




