Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leygardagin er opið hús á TSK

Tíðindaskriv

Tunnilsdagin er Tekniski Skúli alment opin frá kl.10 til kl.14. Øll við áhuga fyri útbúgvingum og sum vilja kunna seg um skúlan eru vælkomin.

Lærarar og næmingar eru til reiðar at svara spurningum um útbúgvingar og um skúlaumhvørvið.

Tøknibreytin vísir fram ymiskt forvitnisligt í royndarstovunum, ger samfelagsvísindaligar og sálarfrøðiligar kanningar og næmingar undirhalda við tónleiki í felagsøkinum.

Vitjandi eru vælkomin at heilsa upp á næmingar á El-deildini, Maskindeildini, Timburdeildini og Matvørudeildini, sum eru í verkligari undirvísing.

Næmingar á Matvørudeildini bjóða til buffé. Kostnaður fyri vaksin er 100 kr., børn undir 15 ár 50 kr. og undir 5 ár ókeypis.