Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

LGBT+ Ungdómskvøld

LGBT Føroyar

Fyri fyrstu ferð verður tiltak fyri ungar lgbt+arar. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16, týskvøldið 22. februar kl. 19.

Allir ungir lgbt+arar eru vælkomnir, og vit bjóða pitsa, góðan tónleik og annað gott.

Vit vilja fegin hava fleiri ung virkin í arbeiðinum fyri einum rúmligum og litríkum samfelag. Umráðandi er eisini fyri ungar lgbt+arar at hittast við øðrum, sum eru líka sum ein sjálvur, sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimir í LGBT+ Føroyar.

Ætlanin er at geva teimum ungu møguleika at koma og seta sín egna dám á nýggju hølini við tiltøkum og at geva teimum eitt trygt stað, har tey kunnu hittast.

At hava fingið egin hølir gevur okkum avbera góðar møguleika at fjøltátta okkara virksemi, og nógv spennandi er á skrá komandi mánaðarnar.

Um tú ikki kennir aðrar ungar LGBT+arar, so lat tað ikki halda tær aftur, vit taka væl ímóti tær.

 

Alt er ókeypis, men tilmelding er neyðug, tí vit mugu vita, hvussu nógvar pitsur vit skulu bíleggja!

 

Send okkum eini privat boð á IG ella FB, um tú hevur hug at koma og hitta aðrar ungar LGBT+arar.