Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Liðskiparin hjá KÍ gjørt nýggjan sáttmála

Jákup Ósá

Jákup B. Andreasen heldur fram í KÍ komandi árini.

22 ára gamli miðvallarleikarin heldur fram í KÍ komandi árini. KÍ boðar í kvøld frá, at ein 2-ára sáttmáli er gjørdur við Jákup. Jákup segði vi Norðlýsið fyri nøkrum vikum síðani, at hann byrjar uppá útbúgving í Havn í januar mánað. Men tað verður framvegis í KÍ, at Jákup fer at spæla komandi tvey árini.

Hóast sín unga aldur, so er Jákup skrásettur fyri 140 dystir í bestu deildini sambært FaroeSoccer. Av stórum úrslitum kann nevnast FM í 2019, løgmanssteypið í 2016 og víðari luttøka í Evropa League í 2018, 2019 og 2020.